Ísfiskatrolarin, Vesturbúgvin, sum partrolar saman við Eysturbúgvanum, stendur í løtuni á bedingini hjá Mest í Havn. Skipið kom upp í síðstu viku, men hetta verður helst ein longri steðgur hjá skipi og manning.
Høvuðsmotorurin á Vesturbúgvanum skal høvuðsklassast, og tað merkir, at allur motorurin skal skúvast sundur og setast saman aftur. Men, hetta er ikki tað einasta, sum skal gerast við skipið í hesum umfari.
Dánjal í Skálum, reiðari, sigur, at køliskipanin umborð skal eisini skiftast. Eysturbúgvin hevur skift skipanina fyri fáum árum síðan.
Eysturbúgvin liggur eisini við bedingsbryggjuna í Havn, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt, nú Vesturbúgvin kortini liggur og helst kemur at verða úr vinnu tað mesta av tveimum mánaðum.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru systirskip, og tað eru eini 15 ár síðan, at Vesturbúgvin skifti motor. Fyri nøkrum árum síðan brotnaði eisini motorurin á Eysturbúgvanum, og hann er soleiðis lutfalsliga nýggjur.
Tað eru eisini bert fá ár síðan, at køliskipanin umborð á Eysturbúgvanum varð skift.
Dánjal í Skálum viðgongur, at eigararnir stóðu eitt sindur spyrjandi, tá motorurin á Vesturbúgvanum mátti skiftast – og nøkur ár seinni eisini motorurin á Eysturbúgvanum. - Eg haldi, vit høvdu vænta, at motorarnir fóru at koyra nøkur ár longri.
Í mun til flestu aðrar ísfiskatrolarar, vórðu bæði Eysturbúgvin og Vesturbúgvin upprunaliga bygdir við tangum og einari minni ísfiskalast til kør. Tangarnir taka eini 115-120 tons av fiski, og vanliga ísfiskalastin tekur eini 40 tons í kørum, tá hon er á tremur.
- Tað eru tvær køliskipanir til teir seks tangarnar, og nú Vesturbúgvin liggur, verða báðar skipaninar skiftar, sigur reiðarin í Vestmanna, Dánjal í Skálum.











