Ferð gandakalsins

Vikuskiftið 21.-23. oktober 2005 skipar MáF saman við Havnar Sjónleikarafelag fyri verkstaðnum Ferð gandakalsins í Sjónleikarhúsinum. Skeiðið er ætlað øllum sjónleikaráhugaðum yvir 15 ár.

 
Við improvisatiónum, spæli og dansi fara luttakarnir á skeiðnum at lata hurðina upp inn til grímunar máttmikla heim, har tey fara at rannsaka tvey sløg av grímum: Ta neutralu og ta arketypisku.
Kenslunar mál
Í mong hundrað ár hevur gríman um allan jarðarknøttin verið hildin at vera heilag, og náttúrufólk, shamanar, gandakallar og -kvinnur hava brúkt hana sum eitt sambindingarlið til gudanna og andanna heim.
Ígjøgnum grímuna tosar menniskjað kenslunar mál. Tað eru stóru kreftirnar, ið leika á, vreiði gudanna, girndarhugur djóranna ella djúpasti longsul menniskjans, sorg og kærleiki. Tað kann vera gandakend roynsla at geva seg undir grímuna og lata hana leiða grímuberan hagar, hon vil.
Lærarar á skeiðnum eru 24 ára gamla Anna Katrin Egilstrøð av Eiði, sum síðan 1994 hevur fingist við sang, dans, teatur og framførslu í Danmark og Føroyum. Hon býr í Keypmannahavn, har hon er dukkuførari, grímuberi, dukkumakari og forsangari í miðaldarorkestrinum Virelai.
32 ára gamla Annemarie Jeppesen, sum seinastu 10 árini hevur verið dukkuførari, sjónleikari, instruktørur og teksthøvundur, og í dag er partur av dagligu leiðsluni í Scene1 í Keypmannahavn.
30 ára gamla Anne Louise Munch, autodidakt multilistakvinna, sum alla sína tíð hevur arbeitt við tónleiki, teatri, skaldskapi og listahandverki. Í løtuni er hon listafólk á Scene1, klarinettistur í bólkinum SUNA og listahandverkari í Q-smiðjuni í Christiania.
Stað:  Sjónleikarhúsið í Havn
Tíðir:  Fríggjadagin 21. oktober: kl. 19.00-21.30
Leygardagin 22. oktober:    10.00-17.00
Sunnudagin 23. oktober:    10.00-15.00
Kostnaður:  kr. 600,00. Íroknað prísin er undirvísing, døgurði og kaffi.
Tilmelding: Hjá MáF, 315624 ella maf@maf.fo í seinasta lagi 7. oktober 2005.
Luttøkan er avmarkað. Meira fæst at vita frá MáF, tlf. 315624.