Heini Eysturoy fer frá sum leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki. Hann hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2003, og hevur verið deildarleiðari seinastu níggju árini, fyrst á Vegadeildini og síðani á Deildini fyri Infrakervi. Seinasti starvsdagur hansara sum deildarleiðari verður 29. mai.
Til nýggjur leiðari er settur, fara Armgarð E. Steinhólm, leiðari fyri planeindina, og Mikkel H. Frandsen, leiðari fyri rakstrareindina, at leiða Deildina fyri Infrakervi í felag.
Landsverk fer í næstum at søkja eftir nýggjum leiðara til Deildina fyri Infrakervi.