Týsdagin kl. 15 var tíðindafundur umborð á skipinum Arctic Janus, sum í framtíðini skal sigla á føroyskum havleiðum við frítíðarfiskarum.
Tað eru tey bæði Betty Sennov úr Danmark og Wolfgang úr Týsklandi, sum eiga Arctic Janus, og sum síðani oktober 2002 hava arbeitt við verkætlanini við frítíðarfisking undir Føroyum. Tey hava fyrr siglt við frítíðarfiskarum í donskum farvatni.
Fitt av fólki var komið saman niðri á Bursatanga týsdagin, har Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, legði fyri at lýsa gongdina frá oktober í fjør, tá eigarararnir settu seg í samband við Ferðaráð Føroya um ætlanir sínar at koma inn á føroyska marknaðinum við frítíðarfisking.
Framgongd fyri ferðavinnuna
- Hóast vit hava roynt at marknaðarføra Føroyar sum eitt frítíðarfiskistað burturav, hevur hetta ikki hilnast serliga væl higartil. Tískil er talan í dag um eitt framstig fyri føroysku ferðavinnuna, segði ein vælnøgdur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya.
Víðari vísti hann á, at talan hevur verið um eitt drúgt arbeiði, men at úrslitið í dag ikki kundi verið betri.
- Trygdarviðurskifti, fiskiloyvi, komfortur o.a. er í lagi, og tey krøv, Fiskimálaráðið hevur sett, verða eisini gingin á møti í hesi verkætlan, vísti Heri Niclasen á. Hesar treytir eru m.a. rapportering um knøttstøðu, frágreiðing um túrarnar og at treytirnar um vinnuligan fiskiskap verða hildnar.
Heri Niclasen heldur, at marknaðurin fyri frítíðarfisking er stórur, og at ein ein ávísur partur av marknaðinum longu er fingin í lag.
- Við tað, at marknaðurin er so stórur, meti eg ikki, at Arctic Janus kemur at kappast við føroyskt virksemi av hesum slag, t.d. Norðlýsi. Tvørturímóti setir hetta ferð á nýhugsan í føroysku ferðavinnuni, vísir stjórin á.
Heri leggur afturat, at hugskotið frá útlendsku eigarunum fóru til hoyringar hjá fólki í vinnuni í Føroyum, og breið semja var um, at verkætlanin var mennandi og góð, og at Betty Sennov og Wolfgang skuldu hava grønt ljós at fara undir at hýsa frítíðarfisking í Føroyum.
- Hetta hevur ikki kostað eitt oyra fyri føroyska ferðavinnu, og tey komu við einum lidnum konsepti og einum marknaði frammanundan, vísir Heri vælnøgdur á.
Frítíðarfiskimenn hugtiknir
Fyrsti royndartúrurin hjá frítíðarfiskimonnunum umborð á Arctic Janus var mánadagin, og síðani verður hildið fram til Arctic Janus fer til Danmarkar 6. september.
Í løtuni eru sjey týskir frítíðarfiskarar umborð, og sambært Betty Sennov eru teir sera væl nøgdir við umstøðurnar og túrarnar í Føroyum.
- Nógvir fyrispurningar hava verið ymsastaðni frá um hesar túrar, og áhugin tykist avgjørt vera til staðar at frítíðarfiska undir Føroyum, sigur Betty Sennov. Danski eigarin á Arctic Janus leggur afturat, at tveir oddamenn fyri frítíðarfisking í Týsklandi eru umborð, og at teir lata sera væl at umstøðunum við kalda, fríska sjónum og vøkru náttúruni.
Umframt týskarar hava hálendingar og onglendingar eisini sýnt frítíðarfisking undir Føroyum áhuga, og tískil eru útlitini góð fyri, at Arctic Janus verður ein attraktiv uppliving fyri ferðafólk og harvið eitt framstig á føroyska ferðavinnuøkinum.
Betty Sennov sigur, at túrarnir á hesum sinni bert eru í lokalum farvatni millum oyggjarnar, uttan at farið verður longri túrar út á bankarnar.
Samskipa við øðrum fyritøkum
Saman við Ferðaráði Føroya og Fiskimálaráðnum eru fleiri onnur ferðavinnufeløg við í verkætlanini. Smyril Line, Atlantsflog, Maersk Air, Green Gale og Flogfelag Føroya fara øll at skipa fyri fiskitilboðum.
- Ætlanin er at kunna bjóða út lidnar frítíðarfiskipakkar til ferðafólk, har gistingarhús og útferðartilboð eisini eru íroknað, so flestu partar í føroysku ferðavinnuni fáa ágóðan, sigur stjórin á Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen.
Stuttleikafisking eisini á landi
Umframt Norðlýsi, smábátar og nú Arctic Janus hevur Ferðaráð Føroya eisini ynski um, at stuttleikafisking á landi verður virkin.
- Herfyri var grein í Sosialinum um eysturríkskan frítíðarfiskimann, sum helt Føroyar vera millum bestu londini í heiminum til stuttleikafisking á landi, og henda møguleikan eiga vit at nýta, vísir Heri á.
Ein av teimum báðum eigarunum á Arctic Janus, Betty Sennov, vísir eisini á henda møguleika.
- Hóast vit við Arctic Janus sjálvsagt fyrst og fremst hugsa um havfiskarí, eru umstøðurnar avgjørt til staðar at bjóða ferðafólk til vøtnini kring Føroyar, og henda møguleikan eiga vit at gera okkum dælt av, sigur Betty Sennov at enda, sum saman við týskaranum Wolfgang fer at sigla við frítíðarfiskarum undir Føroyum komandi dagarnar.
Arctic Janus er bygdur í Skagen í 1974 fyri danska Fyr- og vågevæsenet, og síðani varð hann keyptur og lutvíst umbygdur av eigarunum, Betty Sennov og Wolfgang, sum fara til Danmarkar 6. september. Ætlanin er síðani at koma aftur næsta summar og hýsa stuttleikafiskimonnum í 2-3 mánaðir.