Fer Ferrari at bjóða av?

Flestu serfrøðingar tykjast á einum máli um, at Circuit Gilles-Villeneuve hóskar væl til Ferrari bilin, og enn ikki tann mest bjartskygdi McLaren fjepparin væntar eina endurtøku av koyringini í Monako, har McLaren bukaði øll og alt av. Men tá fyrsta tíðarkoyringin var hildin seinnapartin í dag, vóru McLaren bilarnir útvið eitt hálvt sekund frammanfyri Ferrari bilarnar.

Ferrari bilførarin Kimi Räikkönen hevur í vikuni sagt, at hann enn metur seg hava góðar møguleikar fyri at vinna HM, hóast hann tvær tær seinastu koyringarnar hevur havt stórar trupulleikar. Við tólv koyringum eftir og einum muni á 15 stig upp til Fernando Alonso og Lewis Hamilton, ið liggja á deildum fyrsta plássi, liggur Räikkönen á fjórða plássi í kappingini um HM. Ferrari liðfelagin Felipe Massa á triðja plássi, er einans fimm stig aftan fyri McLaren bilførarnar. So tað skal ikki nógv til, at tað gerst heilt tætt í toppinum.

Tað er eingin ivi um, at eftir at hava fingið boð um at halda seg aftan fyri liðfelagan í Monako, so er Lewis Hamilton svangur eftir fyrsta sigrinum. Eftir fyrstu koyringina, har hann gjørdist nummar trý, er nýbyrjaði Hamilton komin á mál á øðrum plássi í fýra koyringum á rað. Í Kanada ætlar hann sær ovast á skammilin.

Í mun til Monako er breytin í Kanada ein breyt, har til ber at fara framvið bilum, og við fýra svingum, har tú skal bremsa niður frá 320 km/t er møguleikin stórur fyri at gera eina villu, ið kostar eitt pláss ella tvey á breytini. Men samstundis er hetta eisini ein breyt, ið fer illa við bremsunum og sostatt er vandi fyri tøkniligum brekum. Vit tora at spáa, at formil 1 koyringin í Kanada verður sera spennandi.

Tilber at fylgja við í upphitingini til formil 1 koyringina í kvøld og í annað kvøld á TV-Sport. Sjálva koyringina sendur Sjónvarpið kl. 18 sunnukvøldið.