– Eg eri ein stórur hondbóltsfjeppari, so eg fari sjálvandi at skipa fyri túri til endaspælið í Oslo í januar næsta ár. Men eg sigi einki, fyrr enn vit eru vís í, at vit koma víðari til endaspælið.
Tað sigur Rúni Djurhuus frá Eventz.fo, tá vit spyrja hann, um hann eisini fer at skipa fyri ferð til Oslo. Hann vil ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin.
Ferðaskrivstovan 62Norður hevur boðað frá, at tey skipa fyri túrum. Tey hava longu upp í eini 30 flogfør við oman fyri 5.000 fólkum, sum hava teknað seg. Enn er einki selt, tí enn er ikki vist, um føroyska landsliðið kemur til endaspælið, hóast nógv bendir á tað.
Eisini Smyril Line »umhugsar« at skipa fyri túri. Tað merkir, at koma Føroyar í endaspælið, so fer Smyril Line at skipa fyri túri við Norrønu, sum liggur sum »hotelskip« í Oslo, meðan dystirnir eru. Norrøna hevur pláss fyri umleið 1.200 fólkum
So alt bendir á, at Berlin verður endurtikið – kanska við enn fleiri føroyingum í Oslo – tí bara hesi báðir veitararnir kunnu potentielt senda yvir 5.000 fólk til Oslo. So eru øll tey, sum ferðast sjálvi, føroyingar sum búgva í Noreg, og føroyingar, sum búga í Danmark og aðrir føroyingar við. So nógv bendir á, at tað verður stór innrás í Oslo av føroyingum, sum eingin hevur sæð áður.