Stóra ferðavinnutíðin er í hondum og fyrstu ferðamannaskipini hava longu vitjað í Havn og eitt hevur enntá vitjað í Mykinesi. Talið av ferðamannaskipum í ár verður hægri enn nakrantíð. Útvarpið veit at siga frá, at 34 skip fara at leggja farleiðina um Føroyar. Orsøkin til henda vøkstur er tað vaksandi ferðavinnusamstarvið í Útnorði. Hetta er ein sera áhugaverd og spennandi gongd. Vit her í Føroyum sum kunnugt áhugað í alternativum til fiskivinnuna. Ferðavinnan er eitt upplagt alternativ.
Spurningurin er so, hvussu ferðavinnan best kann skipast, hvat vit fíggjarliga fáa burtur úr og hvat tað er, ið ferðamaðurin kemur eftir í Føroyum. Tað er Ferðaráðið og ymiskir túroperatørar, ið skipa fyri ferðavinnuni. Her verður ivaleyst gjørt eitt sera gott arbeiði, tí ferðavinnan vindur støðugt uppá seg. Tað er sostatt eingin ivi um, at henda vinna kastar pening av sær til operatørarnar, hotellini og flutningsfyritøkurnar serstakliga Smyril Line og Atlantic Airways. Hetta kann bert vera gott.
So er tað spurningurin hvar ferðamaðurin kemur til, hvat vilja tey ferðandi síggja og uppliva. Svarið er ivaleyst náttúra og mentan. Í fjør var hetta evnið, ið nevnist kulturturisma viðgjørt á útnorðursráðstevnu í Havn og okkum vitandi var hetta envið aftur viðgjørt á ráðstevnu um vikuskiftið. Skal ferðavinnan byggja á tilfeingi sum náttúru og mentan krevur tað, at vit fara væl um. Hetta krevur at vit røkja okkara náttúru væl og at vit seta krøv til ferðafólkini og til túroperatørarnar. Men henda støða krevureisini, at vit røkja okkara mentan væl og at vit umhugsa, hvat tað er í okkara mentan, sum ferðafólkini vilja uppliva. Mentan okkara er rík og ekta. Ansast má tí væl eftir, at hon ikki gerst til eina handilsvøru, sum verður lagað til krøv og forvæntningar hjá ferðafólkunum. Hetta er ábygrdin hjá landsmyndugleikunum, landsstýri og løgtingi. Verður farið skynsamliga fram av øllum avvarandi fer ferðavinnan ivaleyst gerast eitt haldgott íkast til búskapin.









