Árliga ferðavinnustevna í Útnorði, Vestnorden Travel Mart, varð sett á Forngripasavninum í Hoyvík í gjár. Tað var stjórin á Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen, sum setti stevnuna.
Hóast stevnan verður hildin á hvørjum ári, er hon bara fjórða hvørt ár í Føroyum. Annaðhvørt ár verður hon hildin í Íslandi, og annaðhvørt ár skiftast Føroyar og Grønland um stevnuna. Tankar hava verið frammi um at víðka økið til eisini at umfata um Heltland og kanska onnur øki við.
Umleið 350 fremmandir gestir frá útlendskum ferðavinnufeløgum fara at luttaka á stevnuni í ár. Eisini einir 30-40 føroyingar í vinnuni vera við, umframt at tíðindafólk og onnur innboðin eisini fara at luttaka, greiðir Heri Niclasen, stjóri á Feðraráðnum, frá. Tilsmans fer talið at liggja umleið tey 400 fólkini.
Stevnan er ikki almenn, men verður hidlin fyri teimum, sum beinleiðis hava við ferðavinnuna at gera og annars hava boðað frá luttøku.
Sjálv messan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har keyparar og seljarar úr mestsum øllum Europa og eisini nakað væl av amerikanarum fara at hittast, sigur Heri Niclasen.
Gestirnir búgva á hotellum í Havn, umframt at Norrøna eisini liggur á Havnini sum hotelskip hesar dagaranar, stevnan er.
Vestnorden Travel Mart heldur fram til eftir middag í morgin. Í dag fer Eyðun Elttør, landsstýrismaður við umhvørvismálum, at kunngera á stevnuni, hvør bygd er vald sum best hildna bygd í Føroyum í 2003.









