Ferðavinnufundur í Suðuroynni

Seinastu árini hevur alt meira verið gjørt burturúr ferðavinnuni, og í Suðuroynni hevur vinnan veruliga tikið dik á seg. Nú fríggjadagin skipar VILT fyri ferðavinnufundi á Seglloftinum á Tvøroyri.

Á fundinum fer Finn Johannessen, stjóri í VILT, at leggja fram faldaran fyri Suðuroynna, sum hann hevur arbeitt við seinastu tíðina.

Umframt verður nýggi filmurin, sum VILT hevur latið gjørt, sýndur.

VILT hevur seinastu 3 árini virkað á ferðavinnu og skeiðsøkinum í Suðuroy.

Øll, ið hava áhuga í ferðavinnuni, eru vælkomin við á fundin, verður sagt í tíðindaskrivi.

Seglloftið verður opið frá 14.30 og møguleiki verður at keypa sær ein kaffimunn, meðan prátað verður við aðrar veitarar í vinnuni.