Ferðavinnufelagið: Enn er langt á mál

Seinastu tíðina hava tíðindi borist um, at ferðavinnan í Føroyum veksur skjótt. Ferðafólk velja sær Føroyar sum ferðamál og tað hevur havt við sær, at serliga tey, sum veita bústaðir hava havt sera nógv at gjørt. Hinvegin hevur tað eisini havt við sær, at tráð við at alt fleiri koma til Føroya, eru tað fáir veitarar til ferðavinnuna, ið eru burðardyggir við bert ferðavinnuni sum vinnuvegi.

 

Ferðavinnufelagið sigur í skrivi í dag, at um smáir veitarar til ferðavinnuna ikki fáa lønsemi inn í teirra virksemi, er eingin at skapa burðardygg tilboð til ferðafólk, ið vitja smærru støðini.

 

Tað gerst best við at skapa umstøður til eina betri skipaða ferðavinnu. Um mann skal tosa um ferðavinnuna sum eitt bein afturat til føroyska búskapin, so eiga vit at gera eina útbyggingarætlan. Talið av ferðafólkið er enn ikki komi uppá hámarkið og ikki komið hartil, at vit hava mist tamahaldið, men ein greið og miðvís ætlan má leggjast frameftir, um ferðavinnan skal vaksa meira.

 

Ferðavinnufelagið sigur, at enn er ferðavinnan ikki komin til hámarkið, um vit til dømis hyggja at støðuni í Íslandi. Har er ferðavinnan uml. 30 ferðir størri enn okkarar (mált uppá ferðafólkatal), men Ísland er ikki nógv størri en Føroyar. Tí er nógv eftir at vinna hjá okkum, sigur Ferðavinnufelagið í tíðindaskrivi í dag.

 

Tú kann lesa tíðindaskrivið her