Ferðavinnufelag havt aðalfund

Ferðavinnufelagið hevði aðalfund á Hotel Hafnia fríggjadagin hin 26. oktober.

Henny í Líknargøtu (Smyril Line) og Jákup Sverri Kass (Vága Floghavn) stóðu fyri vali. Henny varð afturvald, og Jákup Sverri ynskti ikki at stilla uppaftur. Í hansara stað varð Allan Skaalum (Atlantic Airways) valdur. Harafturat varð Gunnar Skúvadal afturvaldur tiltakslimur.

Hini í nevndini eru: Fríðun Jacobsen (Green Gate Incoming), Jóhanna Rasmussen (Hotel Føroyar) og Eirik Suni (Gjáargarður).

Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Fyrsti nevndarfundur hjá nýggju nevndini verður týsdagin hin 27. november.