Nú er nýggja heimasíðan hjá Ferðavinnudeildini í Uttanríkisráðnum liðug. Heimasíðan hevur heitið www.visitfaroeislands.com, og endamálið við síðuni er, at hon skal savna øll ferðavinnutilboð í Føroyum, soleiðis at útlendingar kunnu finna allar hentar upplýsingar á einum staði.
Uttanríkisráðið sigur, at síðan lýsir Føroyar sum ferðaland og kunnar um, hvussu ein ferð til Føroyar kann leggjast til rættis, m.a. hevur hon upplýsingar um allar ferðavinnuaktørar í Føroyum. Harumframt verða myndir, filmar, ljóð og greinar nýtt til at geva útlendingum íblástur og hug at ferðast til Føroya.
Síðan skal støðugt mennast. Næsta stig í arbeiðinum verður at gera tað møguligt hjá fjølmiðlum og ferðasmiðjum at fáa neyðugar upplýsingar, m.a. at fáa atgongd til eitt myndasavn, har tey kunnu taka niður myndir til prent. Eisini verður síðan týdd til danskt, og ein føroysk útgáva av heimasíðuni verður gjørd tillagað føroysk viðurskifti, hvørs endamál er at fáa føroyingar at ferðast í egnum landi.
Nýggja heimasíðan kann síggjast á www.visitfaroeislands.com