Tey seinastu árini er ferðavinnan vaksin so nógv í Norðurnoregi, at í dag gevur hon fleiri arbeiðspláss enn fiskivinnan.
Sambært einari uppgerð løgdu ferðafólkini meiri enn átta milliardir norskar krónur eftir seg, tá tey vitjaðu í Norðurnoregi í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð. Ymisk tiltøk, sum vórðu fyriskipað í sambandi við ferðavinnuna, góvu 40 prosent meiri enn fyri fimm árum síðani, og hjá gistingarhúsvinnuni var vøkasturin um tvey prosent, skirivar Aftenposten.
Nógv ferðafólk vilja sleppa at hyggja eftir hvali, onnur vilja sleppa niðan í fjøllini at aka á hundasleðu, og uppaftur onnur koma at hyggja eftir fugli. Harafturat eru ferðir við gummibáti vorðnar sera væl umtóktar, og um veturin dregur norðlýsið nógv ferðafólk norðureftir.
Nordkapp og Lofoten eru tey best umtóktu ferðamálini í Norðurnoregi. Umleið 200.000 ferðafólk vóru við Nordkapp seinasta summar, og sambært Aftenposten hava meiri enn 21.000 fólk í Norðurnoregi nú ferðavinnuna sum vinnuveg.
Nógv stór ferðamannaskip leggja leiðina til Norðurnoregs um summarið. Í fjør vitjaðu hesi skipini 88 frðir í Norðurnoregi, og í ár var talið 112, og ferðafólkatalið vakis úr 51.000 í 66.500. Eisini í Tromsø siga tey frá fleiri ferðamannaskipum í ár enn undanfarin ár.










