Ferðavinnan skal mennast kring landið

Tað sigur Poul Michelsen í svari til Honnu Jensen

Tað verður arbeitt miðvíst við at seta í verk tiltøk í ferðavinnuni, sum heildarætlanin fyri ferðavinnuna leggur upp til.

 

Tað sigur Poul Michelsen í svari uppá §52 spurning frá Honnu Jensen.

 

Millum annað verður arbeitt við at býta ábyrgdina millum land og kommunur, eins og ein menningardeild verður gjørd, ið skal liggja undir Visit Faroe Islands. Ætlanin við tí er millum annað at gera eina stuðulsskipan, ið skal nýtast til menningarátøk og verkætlanir í ferðavinnuni kring landið.

 

Dentur verður lagdur á, at ferðavinnan skal verða útbreidd kring landið. Visit Faroe Islands skal í samstarvið við kommunurnar, bera so í bandi, at so nógv sum gjørligt fáa ágóðan av ferðavinnuni, uttan tó at tað ger seg inn á lokaløkini. Tað skal samstarvið við økini tryggja.