Umleið 40 fólk, umboðandi føroysku ferðavinnuna, hittust fríggjadagin á Hotel Føroyum til eina verkstovu. Endamálið er at samla træðrirnar, nú vinnan fyrireikar seg til at taka ímóti ferðafólki næsta ár.
- Vit meta, at besti háttur at knýta ymsu partarnar í føroysku ferðavinnuni tættari at hvørjum øðrum, er at skipa fyri einum tílíkum degi, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.
Dagarnar 11. og 12. september verður stóra ferðavinnustevnan West Norten Travel Mart í Íslandi, og verkstovan er ein liður í fyrireikingunum til stevnuna. Gistingarhús, fyriskiparar av útferðum, flutningsfeløg og onnur hava her møguleika at vísa fram og selja sína vøru til teir føroysku ferðasmiðirnar, sum í næsta mánað fara til Íslands at selja Føroyar sum ferðamannaland. Ferðasmiðirnir eru tey, sum smíðja og selja lidnar "pakkatúrar", har útlendsk ferðafólk keypa ferðina, uppihald og útferðir, áðrenn tey fara heimanifrá.
Databasi skal loysa gistingartrupulleikan
Størsti trupulleikin hjá føroysku ferðavinnuni er framvegis tey alt ov fáu gistingarplássini, serliga í høvuðsstaðarøkinum. Heri Niclasen sigur, at Ferðaráðið kundi hugsað sær, at øll gistingarpláss í landinum, bæði á gistingarhúsum og eisini í summarhúsum og líknandi, vóru savnað í ein stóran felags databasa hjá vinnuni. So bar altíð til, eitt nú hjá ferðasmiðjunum, at síggja, hvar gistingarpláss eru tøk. Eisini hevði tað lætt munandi um tað tíðum tunga samskifti, tá fólk skulu ringja aftur og fram upp til fleiri ferðir, fyri at finna út av, um t.d. nakað hús er tøkt at leiga í Sandoynni, vísir Heri Niclasen á. Hann metir, at ein tílíkur databasi hevði kostað umleið 300.000 krónur at gjørt. Ferðaráðið fer tó ikki skjálvt undir at gera arbeiðið, tí initiativið má koma frá sjálvari vinnuni, sigur Heri Niclasen.
- Tí ynskir vinnan ikki av fullum huga ein tílíkan databasa, so fæst hann ikki at virka eftir ætlan. Leikluturin hjá Ferðaráðnum kundi, sum ein óheftur stovnum innan ferðavinnuna, verið at umsitið databasan, sigur Heri Niclasen. Hann metir, at tað eigur at bera til at fáa fígging úr eitt nú Vinnuframagrunninum til at gera databasan.
Ferðaráðið samstarva við Hagstovuna
Undanfarin ár hevur Bornholms Forskningscenter gjørt kanningar og metingar fyri Ferðaráðið av, hvussu nógv ferðafólk koma til Føroya, hvaðan tey koma, hvat tey leggja eftir seg, o.s.fr. Men nú ætlar Ferðaráðið at samstarva við Hagstovuna, sum so skal fáa upplýsingarnar til vega. Upplýsingarnar hava stóran týdning, tá Føroyar skulu marknaðarførast sum ferðamannaland uttanlanda, umframt at tær kunnu virka sum eitt barometur fyri, hvat vinnan kastar av sær til føroyska samfelagið.
Fiskiheimasíða, gongu- og súkklutúrar
Ferðaráðið fer næsta ár at royna at bøta um umstøðurnar hjá ferðafólki, sum ynskja at royna seg við tráðuni á føroysku vøtnunum og áunum, meðan tey vitja. Arbeitt verður í løtuni við at gera eina nýggja fiskiheimasíðu, sum er serliga ætlað stuttleikafiskarum. Har skal bera til at finna upplýsingar um áir og vøtn, sum eru væl egnað til stuttleikafiskarí við tráðu, eins og til skal bera at finna allar praktiskar upplýsingar har, t.d. um hvussu ein sleppur á staðið og hvørji loyvi krevjast.
Tveir nýggir faldarar skulu eisini gevast út áðrenn næsta ferðamannaár byrjar. Annar er ein nýggur faldari, sum greiðir frá gongutúrum kring alt landið. Faldarin kemur í staðin fyri fimm gamlar faldarar, sum hvør í sínum lagi lýsa túrar í ymsum pørtum av landinum. Hin nýggi faldarin vísir á ymiskar súkklutúrar, sum ferðamaðurin kann royna.
Væntar at árið fer at hilnast væl
Hóast tað enn er ov tíðliga at seta tal á, hvussu nógv ferðafólk leggja leiðina til Føroya í ár, so metir stjórin á Ferðaráðnum, at árið fer at hilnast væl.
- Fólk í vinnuni, sum eg havi tosað við, lata sum heild væl at árinum, sigur Heri Niclasen.










