Fyrr í hesum mánaðinum var ferðavinnustevna hildin í Reykjavík, har fleiri føroysk ferðavinnufeløg vóru umboðað. Serliga áhugavert var, at russar og baltar vístu Føroyum stóran áhuga, sigur Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantic Arieways.
»Mid Atlantic Seminar and Workshop«, sum stevnan nevndist, varð hildin í Reykjavík við Icelandair sum fyriskipara. Úr Føroyum vóru níggju luttakarar frá átta ymsum fyritøkum við.
Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi sigur, at serliga áhugin frá russum, baltum og amerikanarum var sjónligur á hesi stevnuni.
?Russiski marknaðurin er heilt nýggjur fyri okkum, sigur hann, og teir vístu serliga áhuga fyri føroyskari mentan. Hetta er spennandi umráði, sum vit gleða okkum nógv til at arbeiða víðari við.
Tað vórðu ongar beinleiðis avtalur sum so gjørdar á hesi stevnuni. Keypararnir, sum vóru fleiri enn 500 í tali úr 15 ymiskum tjóðum, spurdu seg fyri og fingu tilfar og upplýsingar um, hvat Føroyar sum ferðamannaland hava at bjóða, sigur Kent Christensen. Síðan fara tey so heim aftur at fortelja sínum kundum heima hjá sær sjálvum, hvat tey hava fingið burturúr. Eftir tað er tað so upp til tann einstaka ferðamannin at gera av heima hjá sær sjálvum, um tilboðini frá føroysku ferðavinnuni eru nóg lokkandi til, at tey hava hug at koma hendanveg at ferðast.
Hendan stevnan, »Mid Atlantic Seminar and Workshop«, er afturvenandi tiltak, sum Icelandair í ár skipaði fyri á tólvta sinni, greiðir Kent Christensen frá.
Amerikanarar hava føroyingar fyrr verið í sambandi við í ferðavinnuhøpi. Men tað tykist, sum teir eru meira og meira hugaðir at leita hendanveg. Kanska serliga eftir ógvusligu hendingarnar í USA tann 11. september 2001 eru teir farnir at leita sær eftir friðaligari ferðavinnuumráðum.
Baltisku londini eru eins og Russland eisini nýggj og spennandi umráði, sigur Kent Christensen.
Hann sigur, at á stevnuni í Reykjavík í ár varð eisini avtala gjørd við Icelandair í USA um at vera umboð hjá Atlantic Airways í USA og marknaðarføra Føroyar tann vegin.
Icelandair hevur sína amerikansku høvuðsstøð í Baltimore í USA, men flýgur annars til eini fimm ella sjey ymisk støð í Amerika, sigur Kent Christensen.