Ferðavinna í mjørka

SKÚVOY. Ferðavinna eru nøkur fólk sum koma og fara - og sum einki leggja eftir seg. Soleiðis hevur hugburðurin í Skúvoy í stóran mun verið til ferðavinnuna. Nú verður ein roynd gjørd, at skipa vinnuna, so at hon kastar nakað av sær

Dánjal Højgaard

Mynd: Jens Kr. Vang



Sigmundarsteinur, Sigmundargjógv, Rannvátoftir og Rannvákelda. Í oynni eru nógv áhugaverd støð, sum knýta seg at nøkrum av

størstu hendingum og sagnum í Føroya Søgu.

Náttúran er eisini vøkur og bjørgini liggja høgliga fyri hjá teimum, sum hava áhuga fyri ríka fuglalívinum.

Ferðasambandið er eisini gott. Tú sleppur í oynna um morgunin og heimaftur seinnapartin.

Skúvoyggin lúkar við øðrum orðum nógvar av treytunum fyri, at vera ein ferðafólkaoyggj. Kortini hevur eingin skipað ferðavinna verið í oynni higatil.

Nakað av ferðafólki vitjar í Skúvoy um summarið. Tey flestu eru føroyingar. Nógv steðga bert ein dag og hava mangan sjálvi mati og drekka við sær.

Nøkur fá hús verða leigað út í oynni. Tað eru ikki skúvoyingar sjálvir, sum leiga út. Útleigararnir eru avbygdarfólk.

Samanumtikið er tað sostatt ógvuliga avmarkað, hvat ið ferðavinnan kastar av sær í Skúvoy.


Rárir døgverðar

Meinhard Hentze er handilsmaður í Skúvoy. Handilsmaðurin hevur eitt talandi dømi um ferðavinnuna í oynni.

? Kunningarstovan í Havn hevur biðið okkum gjørt døgverða tvær ferðir til ferðafólk hesi seinastu 10 árini. Eitt lið var her fyri nøkrum árum síðani og so var eitt annað lið nakað seinni. Síðani hevur einki verið, sigur hann.

Í fjør vóru fleiri ferðaløg, sum steðgaðu á. Flestu teirra vóru føroyingar, sigur handilsmaðurin, sum ikki vil ljóða ov negativur:

? Sjálvandi er sølan størri um summarið enn um veturin. Allur bati bøtur, sigur Meinhard Hentze, sum heldur, at søgan og náttúran eru størsta magnetin hjá skúvoyingum í ferðavinnuhøpi:

? Vit hava ongan Kirkjubømúr og einki av fornlutum at vísa ferðafólki. Men vit hava søguna og bjørgini, sigur handilsmaðurin, sum heldur, at Skúvoyggin má gerast meira sjónlig í ferðavinnuhøpi og, at tørvur er á hugskotum.

Handilsmaðurin hevur avgjørt at seta 500 kr. í nýggja ferðamannafelagið í Sandoyar Sýslu. Og hann heilsar royndunum at fáa eina skipaða ferðavinnu í Skúvoynni, vælkomnum:

? Skulu vit hava turismu, má eitt arbeiði gerast fyri hesum. Tað hevur ikki verið gjørt higartil. Fólk hava tungt við at gera nakað sjálvi. Tað skal helst koma frá øðrum, sigur hann.


Lorturin eftir

Arne Jensen er bygdarráðsformaður í Skúvoy.

? Tey siga, at eg hati ferðafólk. Nei, eg havi einki ímóti at turistarnir koma, men eg haldi bara ikki, at bygdin hevur fingið so nógv burtur ferðavinnuni, sigur Arne Jensen.

Sambært skúvoyingum skal bygdarráðsformaðurin hava sagt, at tað einasta ferðafólkini leggja eftir seg í oynni er lortur. Eitt úttalilsi, sum hann ikki vísir aftur:

? Handilsmaðurin fær einki burturúr, Sildberan eiga tit í Havn eins væl og vit, og húsini, sum verða leigað út, eiga avbygdarfólk. Tí verður tað ikki tað stóra, ferðafólkini leggja eftir seg í oynni, uttan tað, sum fer til IRF, sigur hann.

Sambært Arna Jensen mugu skúvoyingar liva við teirri sannroynd, at ferðavinnan er miðsavnað kring Havnina. Ferðafólkini kunnu búgva í Havn og vitja meginpartin av landinum hagani.

Eisini vantar skúvoyingum hús at leiga út til ferðafólk, sigur bygdarráðsformaðurin, sum heldur, at ferðamannatíðin er so stutt, at hon er lítið at dúva upp á.

? Ein íløga í ferðavinnuna verður tað reina undirskot. Vit búgva í okkara egnu húsum og tað eru uttanbíggjafólk, sum hava møguleikar at leiga út. Her í Skúvoy er eingin, sum hevur ráð at seta pengar í eitt turisthús, sigur bygdarráðsformaðurin.

Hinvegin heilsar hann initiativinum hjá ferðavinnufelagnum í Sandoynni, at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni, vælkomnum.

? Tað verður so okkurt í summar, sum skal standa sína roynd. Eg ynski tí so góða eydnu.


Fekk fyri kaffikolbuna

Á komfýrinum heima hjá hjúnunum Elisabeth og Tummasi Frank Joensen stendur eitt annað talandi dømi um ferðavinnuna í Skúvoynni.

Einaferð gav familjan Joensen einum donskum pari innvist, tí tey vóru ov sein til Sildberan. Tá ið donsku gestirnir vóru farnir avstað aftur lógu 300 kr. eftir tey á náttborðinum.

Hetta var einasta inntøkan familjan Joensen hevði av ferðavinnuni hetta árið. Og fyri pengarnar keyptu tey sær eina kaffikolbu.

Frank verður onkuntíð biðin um at taka sær av onkrum ferðalagi, sum kemur í oynna, og tá plagar tey eisini at fáa ein drekkamunn frá Elisabeth.

? Tað er kanska eina ferð, ella tvær ferðir um árið, at hetta kemur fyri. Viðhvørt er einki, sigur Elisabeth.


Nógv hugskot

Familjan Joensen telist millum teirra, ið hava tiltrúgv til ferðavinnuna í Skúvoy. Tey halda, at skúvoyingar hava fingið ov lítið av skafti í ferðavinnuni.

? Initiativið má koma frá okkum sjálvum, siga Elisabeth og Tummas Frank, sum halda at møguleikarnir eru nógvir.

Skipast kann fyri gonguferðum og bátsferðum. Farast kann á flot og í bjørgini við ferðafólki, kanska eisini at fleyga. Men hetta er nakað, sum bygdarfólkið fyrst má semjast um innanhýsis. Og at fáa skúvoyingar at semjast um ferðavinnu er eftir øllum at døma lættari sagt enn gjørt, skilst.

Ein onnur forðing er eisini. Skal náttúrtilfeingið troytast - sum liður í ferðavinnu - mugu landsins myndugleikar, eisini broyta hugburð, heldur Tummas Frank.

? So leingi tú mást biðja um loyvi at troyta títt egna tilfeingi, so verður tað tungt, sigur Tummas Frank, sum hugsar bæði um avmarkingarnar í fuglaveiðuni og um fiskiloyvi.


Pengarnir av oynni

? Vit tjena einki uppá ferðavinnuna, sigur Inga Tórarenni.

Inga, er millum teirra, ið eru biðin um at vera við í eini roynd at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Tað er nýstovnaða ferðamannafelagið í Sandoyar Sýslu, sum stendur aftanfyri tiltakið.

? Eg veit frá handilsmanninum, at fólk hava hvørt nikk og prikk við sær. Fara vit til Havnar so leggja vit pengar eftir okkum, men soleiðis er tað ikki her hjá okkum, sigur hon.

Inga vísir á, at tey, sum leiga hús út í Skúvoy, eru avbygdarfólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í sínum húsum og tískil fer leigupeningurin av oynni.

? Pengarnir enda ikki í okkara lummum. Teir fara av bygdini, sum so mangt annað, sigur Inga, sum hevur lovað at royna at leiga hús út til ferðafólk í summar:

? Vit mugu útvega okkum onnur hús frá fólki, sum kanska búgva í Havn, sigur hon.


Gloymd í Havn

Inga heldur, at tað var óvanliga nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør. Umframt tey, sum komu við Sildberanum, komu fleiri við skonnartini Norðlýsinum og við Jóan Petur Clementsen, sum skipar fyri bátsferðum heiman av Sandi.

Inga heldur, at skúvingar hava ikki tikið ferðavinnuna í nóg stórum álvara:

? Ferðavinnan hevur bert verið mett sum nøkur fólk, ið koma og fara. Eingin hevur verið at gjørt nakað við tað; til at samskipa tað, sigur Inga, sum fegnast um initiativið úr Sandoynni.

Ein orsøk til, at skúvoyingar einki hava gjørt við ferðavinnuna kann vera, at tað eru so nógv gomul fólk í oynni, heldur hon. Eisini eru skúvoyingar nógv upptiknir av arbeiði um summarið, sigur Inga, sum heldur, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum hevur sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:

? Eg haldi, at tey gloyma okkum í Havn. Tey kundu ringt og spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar hevur ringt og spurt um vit vilja leiga út, sigur hon og sipar til áheitanina frá Sandoyar Sýslu Ferðalagi.

Um skúvoyingar nakrantíð fara at vinna pengar burtur úr Sigmundi og Rannvá og fuglabjørgunum fer summarið kanska at geva eina ábending um.

Fyribils liggur ferðavinnan huld í mjørka og er ring at fáa eyga á.


Ferðaráðið:

Móttøkuapparatið

manglar

Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri Ferðaráð Føroya í Skúvoynni fyri at kanna áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir at hava hitt bygdarráðsformannin í Skúvoy kundi Ferðaráðið staðfesta, at eingin serligur áhugi var fyri ferðavinnuni millum skúvoyingar.

Síðani tá er nakað hent, sum bendir á, at ein ávísur áhugi er í Skúvoy kortini, staðfestir Ferðaráð Føroya.

Ferðavinnan í Sandoynni roynir at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Skúvoyingar eru við í hesi ætlan og bygdarráðið stuðlar ferðavinnufelagnum í Sandoynni fíggjarliga.

Sambært Ferðaráðnum hevur Skúvoyggin ikki tað apparatið, sum skal til fyri at taka ímóti ferðandi í stórum tali ? t.d matstøð, alment wc og møguleikar fyri gisting og útferðum. Samstundis verður sagt, at fortreytir fyri veruligari ferðavinnu er, at fólkið á staðnum er áhugað í hesi vinnu.

Royndin hjá Sandoyar Sýslu Ferðalagi bendir á, at móttøkuapparatið í Skúvoy nú verður brynjað til at kunna taka ímóti veruligari ferðavinnu, sigur Ferðaráð Føroya.