Ferðatilboð í SMS

Hesa vikuna hevur Smyril Line víst fram ferðatilboð á torginum í SMS

Hesa vikuna hevur Smyril Line verið á torginum í SMS, har teir hava víst fólki tey ferða, felagið hevur at bjóða.

Smyril Line hevur nógv pakkatilboð, t. d. tilboð, har tú fært ein prís fyri ferðing og uppihald.

Seinastu árini eru prísirnir á ferðatilboðum fallin rættuliga nógv. Eitt av tilboðunum, sum Smyril Line hevur at bjóða, er ferð til USA ella Kanada. Ferðin gongur um Ísland, og hevur tú møguleikan at velja millum býirnar Boston, Washington, New York og Halifax. Prísurin fyri slíkan ferðaseðil er úr einans kr 3.395.

Framsýningin hjá Smyril Line verður á torginum í SMS í dag afturat.