Fer at seta Kaldbak á føroyakortið

Tey vænta nógv góð úrslit, nú frítíðarítriv hevur fingið nógv betri umstøður


Tey, sum spæla pílaspæl, ella dart, í Kaldbak, hava nú fingið munandi betri umstøður.

Um vikuskiftið hevur Kaldbaks Dartfelag tikið nýggj høli í brúk í húsunum, sum fyrr vóru fiskahús á Skriðubakka.

 

Í fleiri mánaðir hava limir í felagnum og onnur áhugað arbeitt við at innrætta ein part av húsunum, og har eru nú góðir møguleikar fyri at spæla dart og stytta sær stundir á annan hátt.
Tá ið hølini vórðu tikin í nýtslu, segði formaðurin í felagnum, Ingi á Smið, at dart varð eisini spælt í Kaldbak í nítiárunum, men datt niðurfyri.

 

Nú í nøkur ár hevur verið spælt í einum kjallara Inni á Fløtum, og áhugin hevur verið so mikið stórur, at hildið varð rættast at útvega felagnum egin hølir.
Tað er gjørt við sjálvbodnum arbeiði og einum ávísum stuðli frá Tórshavnar kommunu.


Jógvan Arge, varaborgarstjóri, umboðaði býráðið tá ið hølini vórðu tikin í nýtslu og hann helt, at hetta er eitt gott átak fyri eina bygd sum hesa.

- Hetta nørir um trivnaðin hjá teimum, sum hava áhuga fyri hesum spæli, og hetta er eitt tilboð, sum skuldi havt møguleikar at trivist í umstøðunum, sum her eru.

 

Hann vísir á, at dart er ein innandura ítróttur, sum er farin at taka seg fram aftur í Føroyum.

- Hon hevði góðar dagar fyri eini tjúgu árum síðani, tá tey spældu dart um alt landið. Við kreppuni dovnaði undirtøkan, men nú hava áhugaði rættiliga tikin táttin uppaftur.

 

Hann ivast ikki í, at fleiri góðir dartspælarar fara at koma burturúr í Kaldbak.

- Vit vænta, at hoyra um mong góð úrslit hjá dartfelagnum í Kaldbak í komandi tíðum. Tað fer at seta bygdina á Føroyakortið á ein nýggjan hátt, segði Jógvan Arge.