Fer at sakna at ganga skrúðgongu

Annika Olsen heldur fyri fyrstu ferð ólavsøku sum borgarstjóri í Havn

- Skrúðgongan er nakað heilt serligt. Hon er savnandi, friðarlig og hátíðarlig. Mangan havi eg upplivað, at tað hevur regnað um morgunin, men hvørja tað einastu ferð hevur tað slitið í ta løtuni mann hoyrir kórsang á Vaglinum.

 

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, nú hon á fyrsta sinnið skal standa á odda fyri býnum á ólavsøku.

 

Í samrøðu, sum kann lesast í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sigur hon millum annað eisini sigur, at hóast tað eru nógv fólk, sum samskipa tað ymiska á ólavsøku, so er tað nógv, sum hon sjálv skal góðkenna og taka støðu til í samband við tey ymsu tiltøkini. Serliga viðvíkjandi trygdini.

 

- Trygdin fyllir alsamt meira nú. Vit eru noydd at fyrireika okkum til slíkt og seta betongstabbar upp ymsa staðni í býnum, sigur Annika Olsen.