Veðurforsøgnin hjá donsku veðurstovuni DMI er ikki so hugalig í morgun. DMI roknar við, at tað verður ælaveður alla vikuna, og at hvør dagur fram til fríggjadagin fer at bjóða dropar úr erva.
Í dag verður 2-7 m/s av landnyðringi, skýggjað veður við møguleika fyri mjørka. Hitin verður millum 10 og 13 stig.
Týsdagin verður 2-7 m/s av norði og landnyðringi, skýggjað og ælaveður. Hitin millum 11 og 14 stig.
Restina av vikuni verður fyri tað mesta sagt frá 5-10 m/s av vindi og ælaveður. Uggin er tó, at sólin eisini fer at kaga fram onkrar løtur.