- Tað fer at svíða fast hjá javnaðarflokkinum og løgmanni, at teir hava hækkað sína egnirløn
Eftirløn hjá landssstýrismonnum
- Hetta fer at raka bæði løgmann og javnaðarflokkin beint aftur í høvdið.
Tað er metingin hjá Vígdis Johannesen, nú samgongan hevur samtykt at hækka eftirlønina hjá landsstýrismonnum.
Forkvinnan hjá Havnar Arbeiðsmannafelag heldur, at við hesum hevur javnaðarflokkurin av álvara fingið sína stevnuskrá í klemmu og tá ið løgtingsval verður aftur, fer hetta eisini at merkjast hjá flokkinum, tað ivast hon ikki í.
Hon heldur, at tað, sum er hent, líkist ongum, tí samstundis sum politikarar syrgja fyri at tryggja sína egnu eftirløn, samstundis viðurskiftini hjá vanligum pensjónistum og vanligum løntakarum yvirhøvur, ikki fæst í rættlag.
Vígdis Johannesen vísur á, at pensjónirnar hava staðið í stað í fleiri ár og hóast onkrar smávegis hækkingar eru, er tað als ikki nóg mikið til at svara til príshækkingina og tí minkar virðið á vanligu pensjónini hvønn einasta dag.
- Og hjá øllum teimum, sum forvinna eitt oyra afturat pensjónini, verða viðbøturnar skerdar, leggur hon afturat. Hetta hendir har fakfeløg hava fingið sær sína egnu eftirløn.
Hon sigur, at vóru allar pensjónir fingnar í rættlag, vildi hon eisini tosa um eftirlønt til landsstýrismenn, men hon hevur onki forstáilsi fyri, at teir hækka sína egnu eftirløn nú.
- Hetta er ikki rætta løtan, sigur hon.
Hon dugir ikki at siga, hvørja ávirkan hetta fer at fáa eina komandi samráðingar.
Men hon heldur, at har, sum hetta fer at ávirka mest, er á atkvøðutalinum hjá javnaðarflokkinum, tá ið Løgtingsval verður aftur.
- Tá ið hendan samgongan kom til, varð tosað um ein skattalætta til tey lágløntu.Vit vístu beinanvegin á, at tað fóru at vera háinntøkurnar, sum fóru við skattalættanum og tíverri fingu vit rætt.
- Men tá varð eisini sagt, at samhaldsfasti skuldi hækkast munandi afturfyri skattalættan. Men tað er so ikki hent og tað fer heldur ikki at henda.
Vígdis ásannar, at samhaldsfasti er hækkaður eitt sindur, men tað er onki av týdningi og slett onki ímóti skattalættanum og príshækkingum o.s.fr.