Fer at røkja egnar fyritøkur

Nú Heðin Zachariassen fer frá sum borgarstjóri í Sunda Kommunu, fer hann at nýta ta eyka tíðina til at røkja egnar fyritøkur og at røkja løgtingsarbeiðið

Umframt at hava verið virkin í kommunupolitikki og landspolitikki seinastu árini, hevur Heðin Zachariassen eisini nakrar fyritøkur við síðunaav, sum hann nú fer at nýta meira tíð til at røkja. Saman við tveimum øðrum eigur hann fyritøkuna Atlantic Pane í Kollafirði, og fyrr í ár gjørdi hann eina stóra íløgu, tá hann fekk tillutað bussleiðirnar leið 400 og leið 450.

- Eg fari nú at brúka størri tíð til at taka mær av mínum egnu fyritøkum. Mær dámar væl at taka mær av teimum og at vera í vinnulívinum, og tí fari eg nú at brúka meira tíð til tað, sigur Heðin Zachariassen.


Raðfestir løgtingsarbeiðið

Heðin Zachariassen hevur verið virkin í landspolitikki síðan 2002, tá hann varð valdur inn á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann hevur verið limur í Vinnunevndini síðani 31. mai 2002, varalimur í Uttanlandsnevndini, Útnorðurráðnum og Landsstýrismálanevndini í tíðarskeiðnum mai 2002 til januar 2004. Hann hevur eisini verið varalimur í mentanarnevndini, trivnaðarnevndini og landstýrismálanevndini síðani februar 2004.

Men á løgtingsvalinum 19. januar í ár varð hann ikki valdur innaftur á tingið, men stóð sum eykamaður. Fólkaflokkurin kom tá ikki í samgongu, men síðan tá er nógv broytt, og nú tá Fólkaflokkurin aftur kom í samgongu í farna mánaði og fekk trý landsstýrisfólk, er Heðin Zachariassen aftur inni í hitanum í Løgtinginum. Hann fer nú eisini at nýta tíðina til at raðfesta løgtingsarbeiðið komandi hálvtfjóðru árini.