Tað er nú greitt, at tað verður J&K Petersen, sum skal gera nýggja tyrvingarplássið hjá IRF, sum verður í Nýggjheiðum í Kvívík.
Umframt at vera tyrvingarpláss, skal tað eisini verða rottangapláss og tað skal vera liðugt at taka í nýtslu um tvey ár. Talan er um eina íløgu upp á yvir 100 milliónir.
##med2##
IRF sigur, at á Nýggjheiðum er plássið passaliga langt frá bygdum øki og nógv orka er løgd í at laga verkætlanina so væl til lendið sum gjørligt.
Nýggja plássið verður mett at nøkta tørvin hesi næstu 30 árini og samanborið við tey tyrvingarplássini, sum nú eru, er talan um eitt stórt framstig, tí talan er um eina nýmótans støð. Alt arbeiðið verður flutt innandura og tað merkir, at tað ber til at laga tyrvingina soleiðis, at tað bara verður gjørt í góðum veðri fyri at sleppa undan at burturkast fýkur í vindi.
##med3##
Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Verkætlanin er ikki knýtt at eini samanlegging við Tórshavnar kommunu, men hetta er ein fyrimunur fyri báðar partar, sigur IRF.
##med4##