Landsstýrið hevur sett sær fyri at minka talið á nevndum og ráðum, og at rationalisera almennu fyrisitingina. Og í hesum sambandi verður uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at avtaka Búskaparráðið sum sjálvstøðugt ráð, og harafturat verður nevndin fyri Landsbankan minkað meiri enn eina helvt.
Tað eru sjey limir í nevndini fyri Landsbankan, men Jørgen Niclasen heldur, at tað er meiri hóskandi, at hon hevur tríggjar limir. Samstundis verður tað nú soleiðis, at nevndin fyri Landsbankan eisini skal verða búskaparráð.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at sostatt verða tvær nevndir við tilsamans 10 nevndarlimum, til eina nevnd við trimum nevndarlimum. Samstundis ber til at rationaliserað almennu fyrisitingina, umframt at sakkunnleikin á hesum øki verður savnaður á einum og sama staðið.
Harumframt heldur hann, at ein nevnd við trimum limum, er effektivari enn ein nevnd við sjey nevndarlimum. Mannagongdirnar verða lættari og tað er skjótari at taka neyðugar avgerðir, sigur hann.
Tað verður landsstýrismaðurin, sum skal velja teir tríggjar nevndarlimirnar í nevndina fyri Landsbankan, sum so eisini verður Búskaparráð.
Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Arbeiðsgevara Felag, Felagið Føroyskir Peningastovnar, Búskapar- og løgfrøðingarfelagið, Felagið Føroyskir Grannskoðarar ella onnur, sum landsstýrismaðurin heitir á, kunnu koma við uppskotum til nevndarlimir, sigur hann.