Fer at leita eftir pengum til tunnil til Tjørnuvíkar

Sleppur tunlasjakkið hjá Landsverki at gera tunnilin, verður hann nógv bíligari enn annars

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlar sær nú at fáa pening til at fyrireika arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar, og at projektera hann. Og hann leggur afturat, at tað ætlar hann sær at gera sum skjótast.

 

Tað er ikki altíð líka tespuligt at koyra eftir Tjørnuvíkarvegnum, tí har er bratt og tað er javnan, at grót rýður oman á vegin. Og nú hevur Edmund Joensen, tingmaður, spurt hann, hvat hann ætlar at gera við ferðslutrygdina á Tjørnuvíkarvegnum.

 

Henrik Old sigur, at besta loysnin er at gera ein tunnil. Ein Tjørnuvíkartunnil verður 1360 metrar og hann er mettur at kosta 100 milliónir krónur. Men hann sigur, at sleppur ætlaða tunlasjakkið hjá Landsverki at gera hann, verður hann munandi bíligari, Hann vísir á, at Gásadalstunnilin er 1400 metrar, og hann kostaði 43 milliónir í árunum frá 2000 til 2006.

 

Og hann sigur, at nú fer hann sum skjótast at kanna møguleikarnar fyri at fáa fígging til at fyrireika ein tunnil og til at projektera hann.

 

Annars er trygdarhegn sett upp á einum stuttum teini upp á 220 metrar har tað er ringast at koyra. Men landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur roynst væl og hevur forðað nógvum gróti  at ryðja oman á vegin.

 

Landsverk hevur roknað út, at skal hegn setast upp á øllum vegnum, fer tað at kosta 10-15 milliónir afturat. Í ár er ein millión játtað til Tjørnuvíkarvegin og fyri hana skulu 60-70 metrar at trygdarhegni setast upp afturat.