- At fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, fer at leggja føroyingar undir stórt trýst og tað kann føra bæði til happing og til ófrið í Føroyum.
Tað sigur Kristian Magnussen, sum er formaður fyri Javnaðarflokkin á tingi.
Føroyskir arbeiðsgevarar hava leingið skríggjað eftir arbeiðskraft á nógvum økjum, tí teir siga, at tað er stórt trot á arbeiðsmegi, bæði í fiskivinnuni, í byggivinnuni og aðrastaðni.
Í hesum sambandi hava teir gjørt sítt besta fyri at sannføra landsstýrið um, at tað einasta rætta er at gera tað lættari hjá útlendingum at sleppa til Føroyar at arbeiða.
Í hesum sambandi hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, gjørt eitt uppskot, sum fer at gera tað lættari hjá ES-borgarum at sleppa til Føroyar at arbeiða.
Í leysari luft
Uppskotið hevur verið liðugt í minst ein mánað og síðani hevur tað verið til viðgerðar í politisku skipanini.
Men enn er púra óvist, nær tað verður búgvið at leggja fyri Løgtingið og fyri fólkatingið.
Og tað skilst á øllum brøgdum, at tað er serliga javnaðarflokkurin í samgonguni, sum er ivingarsamur.
- Tað er rætt, at vit vilja ikki lata slúsurnar upp uttan víðari, sigur formaðurin fyri Javnaðarflokkinum á tingi.
Annars dugir Kristian Magnussen als ikki at skilja, hví tað er blivið so torført at fáa útlendingar til Føroyar.
- Danskir myndugleikar hava altíð gjørt okkum greitt, at í Føroyum fáa vit tann útlendingapolitikk, vit vilja hava. Tað, vit kenna til, hevur tað heldur aldrin verið nakar trupulleiki at fáa útlendingar higar. Tað einasta, føroyskir myndugleikar skuldu gera, var at viðmæla ella frámæla eini umsókn.
- Men hesi seinastu árini er fullkomiliga stígur komin í og tað skilji eg ikki.
Sjálvur metir hann, at ein orsøk kann vera, at føroyingar tað einu tíðina fóru at viðgera umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hóast tað var eitt málsøki, vit onki høvdu við at gera og so varð alt málið fløkt í ein ellubita og at tað er hetta, vit ikki komu burturúr aftur.
Føroyingar sutta labbarnar
Formaðurin fyri tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum sigur, at tað er ein rættiliga grundleggjandi avgerð at lata upp fyri ES-borgarum.
- Eftir ætlan skulu teir tryggjast 30 tíma arbeiðsviku og tað kann leggja okkum undir stórt trýst og føra til happing og ófrið.
Hann sipar til, at seinastu mánaðirnar hevur lítið og onki fiskaarbeiði verið.
- Skuldu vit nú havt nógvar ES borgarar her, sum skuldu tryggjast 30 tíma arbeiðsviku, høvdu arbeiðsgevarar verðið noyddir at tikið teir framum og latið føroyingar sitið heima og sutta labbarnar. Tað sigur seg sjálvt, at tað kundi ført til ófrið og frustratiónir. Men frustratiónin og ágangurin høvdu uttan iva verið vend ímóti útlendingunum, sum í veruleikanum eru ósekir, tí tað er ikki altíð, at kanónirnar venda rættan veg.
Hann sigur, at serliga tí at vit eru eitt lítið samfelag, eiga vit at hugsa okkum serstakliga væl um.
Hann leggur afturat, at seinasta tíðin er bara eitt dømi um, hvussu knappliga tað gongur hvønn veg í fiskivinnuni, tí broytingarnar henda frá viku til viku.
- Hettta er eitt mál, sum vit rætt og slætt noyðast at hugsa serstakliga væl um, leggur hann afturat.
Hann sigur, at er tað byggivinnan, sum er í trupulleikum, skilir hann ikki, hví tað ikki ber til at útvega arbeiðsmegi við lógini, sum er, tí tað bar var til fyrr.