Tíggju milliónir! Hetta er upphæddin, tað fer at kosta Føroya Tele og Vodafon at útvega útgerðina, sum krevst fyri at geva løgregluni betri møguleikar at loynilurta eftir fólki.
Samstundis fer tað at kosta 1,7 milliónir í rakstri um árið.
Tað er í sambandi við grov brotsverk, at løgreglan ætlanin er at geva løgregluni betri umstøður at loynilurta eftir fólki.
Eitt uppskot um hetta er í løgtinginum til viðgerar og í næstum fer Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum áleggur telefeløgunum at útvega sær neyðugu útgerðina.
Útvega tær báðar telefyritøkurnar sær útgerðina í felag, skulu tær rinda eftir, hvussu stóran marknaðarpart, tær hava.
Tað merkir, at Føroya Tele skal rinda 75 prosent og Vodafon skal rinda 25 prosent.
Men koma fleiri telefyritøkur, skulu tær eisini rinda sín part.
Tað er løgreglan í Føroyum, sum hevur víst á, at hon ikki ikki hevur møguleika at loynilurta eftir fólki í sínum arbeiði, í samband við álvarsom brotsverk, og at hetta í stóran mun tarnar kanningararbeiðinum.
- At loynilurta eftir er fjarskifti er eitt týðandi amboð fyri at verja áhugamál landsins, serliga í sambandi við tryggleika landsins og í sambandi við at avdúka álvarsligar brotsgerðir, sigur Johan Dahl.
Sum støðan er í dag, hevur løgreglan heimild at loynilurta eftir fólki, men ongar treytir fjarskiftislógini, um at veitararnir hava neyðugu útgerðina til taks tøka.
Tað vil siga, at í dag er ósamsvar ímillum heimildirnar hjá løgregluni og treytirnar í fjarskiftislógini.
Og hetta ósamsvar fer at halda fram, hóast uppskotið til broyting í rættargangslógini verður samtykt og fjarskiftislógin verður broytt í tann mun hetta lógaruppskotið leggur upp til, sigur Johan Dahl.
|