- Rundskriv skulu haldast, og hóast tað ikki er ein lóg, so er Kringvarpið einki undantak í so máta, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ið varðar av Kringvarpinum.
Lesið eisini: Dia Midjord: Eingin trupulleiki
Hann hevur sæð okkurt skrivað á in.fo, men hevur annars ikki kanna málið.
- Men tá vit soleiðis verða gjørd varug við eitt slíkt mál, mugu vit sjálvandi kanna tað, sigur Bjørn Kalsø.
Tað var ein ávís ónøgd við, hvussu nýggjárssendingin fór fram í fjør, og sambært landsstýrismanninum lovaði kringvarpsleiðslan tá, at hon skuldi halda seg til ásetingarnar.
Men staðfestast kann bert, at tað hevur leiðslan ikki, tí hon hevur hildið seg til ein veitara, har rundskrivið sigur, at tað í minsta lagi skal bjóðast út til tveir ymsar veitarar.
Tað finst ein undantaksregla, um mett verður, at tað kostar meira at bjóða út, enn vinnast kann í sparingum, men sambært Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, er eingin fráboðan um undantak er komin í hesum sambandi.
Tá Dia Midjord longu í november boðaði frá, at Kringvarpið fór at skriva undir ein sáttmála við ávíst felag um undirhalddssendingina á nýggjárinum, so merkir tað, at Kringvarpið hevur brotið ásetingarnar í rundskrivinum.
Bjørn Kalsø vísir á, at tað liggur eitt Kringvarpsstýri ímillum stovnin og landsstýrismannin, og at tað er uppgávan hjá stýrinum at syrgja fyri, at ásetingarnar verða hildnar.
- Men tað er greitt, at kemur ein kæra, so er tað upp til okkum at taka okkum av henni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
TRÝST HER fyri at síggja sáttmálan millum Kringvarp Føroya og Sp/f Fjølvinnu
Kvf aktar ikki Fíggjarmálaráðið
Landið misti pengar uppá nýggjárssending-felag
Dia Midjord: Eingin trupulleiki
Bjarni Djurholm: Kringvarpið á eggini









