fótbóltsferð
Tað er helst fleiri sum minnast, at Sosialurin og Atlantsflog í samband við útgávuna av Fótbóltur 2001 høvdu eina kapping, har høvuðsvinningurin var ein ferð til dystin, sum skuldi vera millum FCK og Liverpool í summar, tá móðurfelagið hjá FCK, KB, skuldi halda 125 ára føðingardag.
Orsakað av undankappingardystum til UEAF-Champions League, gjørdist hesin dysturin av ongum, men hóast hetta, so skuldi vinnarin av kappingini ikki vera við sviðið soð.
Ístaðin stóð vinnaranum, Andrass Weihe úr Sørvági, í boði at fara til ein heimadyst hjá FCK eftir egnum vali, og tá lutakastið til næsta umfarið í UEFA-cup kappingini vísti, at FCK skuldi royna seg móti hollenska stórfelagnum, Ajax, varð avgerðin tikin.
Dysturin varð leiktur hósdagin eftir evstamark okkara, og mikudagin fekk Andrass so flogferðaseðlar og atgongumerki til dystin handaði frá stjóranum á føroyska flogfelagnum.
Frá einum føroyskum sjónarhorni er vónin sjálvandi, at FCK fer at standa seg væl í dystinum, og umframt at ynskja liðfeløgunum hjá Toda ein góðan dyst, vilja vit her á blaðnum eisini ynskja Andrassi eina góða ferð, sum vónandi kann gerast eitt minni fyri lívið.









