Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, hava nú skrivað undir eina avtalu um, at Tórshavnar Kommuna skal yvirtaka fleiri vegastrekki frá landinum. Talan er um nú Hvítanesegin, Kúrdalsveg, ein part av Oyggjarvegnum og ein part av Velbastaðvegnum. Talan er um vegastrekki, sum nú eru landsvegir og sum kommunan yvirtekur. Hvítanesvegurin verður yvirtikin frá krossinum við Eystara Ringveg og til nýggju rundkoyringina til Eysturoyartunnilin, tað er eitt strekki upp á góðar tríggjar kilometrar. Samstundis verður vegastubbin oman til rulluportrið á Hvítanesi eisini yvirtikin.
Kúrdalsvegur verður yvirtikin frá Hvítanesvegnum og oman í túnið við gomlu Royndarstøðina í Hoyvík. Somuleiðis verður Oyggjarvegurin yvirtikin frá krossinum við Vestara Ringveg og niðan til Hotel Føroyar. Og harafturat verður Velbastaðvegurin, frá krossinum við Marknagilsvegin, niðan til rulluportrið á Norðasta Horni, yvirtikin.
Orsøkirnar til slíkar yvirtøkur er oftast, at tað gera tað lættari hjá kommununi at menna býin og nú kommunan yvirtekur hesar vegir, verður tað samstundis lættari at veksa um Havnina, tí tað vera fleiri øki, har tað ber til at byggja á, bæði bústaðir, vinnuvirki og tað ger tað eisini lættari at gera fleiri parkeringsplass, sigur Tórshavnar Býráð í eini fráboðan í morgun.