Fer at fáa álvarsligar avleiðingar

Fakfeløgini fara at seta tiltøkí í verk, sum fara at fáa álvarsligar avleiðingar, um Bjarni Djurholm leggur eitt nýtt uppskot fyri tingið um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast

Fakfeløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava tikið tað sum eina rættiliga krígsavbjóðing, at Vinnumálastýrið nú hevur orðað eitt uppskot, sum skal leggjast fyri tingið um, hvussu ósemjur á arbeðsmarknaðinum skulu loysast.

Tey siga, at tey fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at uppskotið verður lagt fyri tingið, soleiðis sum tað nú er orðað.

Sjeymannabólkurin, sum umboðar at kalla allan tann føroyska arbeiðsmarknaðin, hevði fund um málið hósdagin.

Og har samtykti tey at vísa uppskotinum aftur við rættiliga avgjørdum orðingum.

Aftaná fundin siga tey, at tey meta uppskotið so mikið álvarsligrt, at verður tað lagt fyri tingið, fara tey at seta tiltøk í verk, sum fara at fáa rættilgia álvarasligar avleiðingar, bæði fyri privata og fyri almenna arbeiðsmarknaðin.


Missa samráðingarrættin

Tað eru serliga ávísir partar í uppskotinum, sum fakfeløgini halda ganga teimum so nær, at tað kann ikki góðtakast.

-Hetta er eitt uppskot, sum fer at taka samráðingarrættin frá fakfeløgunum og tað verður undir ongum umstøðum góðtikið.

Tey siga, at eitt nú fær semingsmaðurin at kalla óavmarkaðar heimildir til at útseta arbeiðssteðgir. Tey siga, at eftir samráð við partarnar skal semingsmaðurin áseta freistina fyri, nær partarnir í eini trætu skulu hava svarað einum seimingsuppskoti.

- Sostatt kunnu vit koma í tað støðu, at vit kunnu ikki fara í verkfall fyrrenn eitt hálvt ár, ella kanska longri, aftaná at semingsmaðurin hevur lagt semingsuppskot fram, alt eftir, hvussu langa freist hann setir.

Tey siga, at semingsmaðurin fær eisini tilvidarliga heimild til at útseta verkfall um ein arbeiðssteðgur, eftir hansara tykki, hevði havt víðtóknar avleiðingar fyri samfelagið, ella avgerðandi óhepnar avleiðingar fyri royndirnar at enda stríðið uttan at fara í arbeiðssteðg.

Feløgini vísa eisini á, at eftir nýggja uppskotinum, verður tað eisini at kalla ógjørligt hjá fakfeløgunum at fella eitt semingsuppskot.

Sum er, verður lagnan hjá einum semingsuppskotið avgjørt við vanligum meiriluta. Men eftir nýggja uppskotinum, skulu minst 75% av teimum, sum hava atkvøðurætt, taka lut í atkvøðugreiðsluni. Og av teimum skulu so yvir 50% verða ímóti einum semingsuppskoti, fyri at fella tað.


Provokatión

Sjeymannabólkurin sigur, at hetta er ein provokatión ímóti fakfeløgunum, sum tey harðliga mótmæla.

Tey halda eisini, at hetta vísir eina slíka vanvirðing ímóti feløgunum, at tað má átalast harðliga.

Tey siga, at hetta er ein roynd at seta danskar reglar í gildi í Føroyum.

Tey sipa til reglarnar í lógunum um høvuðsavtalu, um arbeiðsrætt og um seming.

Men tey leggja dent á, at í Danmark samtykti Fólktingið hesar tríggjar lógirnar, eftir at partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru samdir um, at tær skuldu setast í verk.

-Men slíka virðing vísir Vinnumálastýrið ikki fyri pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, tí her er tað ætlanin at fáa Løgtingið einvíst at seta hesar reglar í gildið, uttan at spyrja partarnar á arbeiðsmarknaðinum.