Fer at byggja í Saltangará fyri 20 milj. krónur

- Stóru byggiætlaninar eru ikki sleptar, men vit umhugsa, um byggingin skal fremjast í tveimum ella trimum stigum, sigur Frederik Hansen, leiðari á Skipafelag Føroya í Saltangará

Bygging

Enn er ikki avgjørt, nær byggingin hjá Skipafelag Føroya í Saltangará byrjar, men greitt er, at dagurin liggur ikki langt frammi.
Upprunaliga ætlanin snýr seg um ein bygning við eini gólvvídd, sum 3000 fermetrar stór, og væntandi fer samlaða projektið at kosta einar 20 miljónir krónur.
Skipafelagið hevur fingið tilsøgn um grundøkið á havnalagnum
við oljubryggjuna í Saltangará, har felagið í dag hevur bingjur standandi.

Longri tíðarskeið

Frederik Hansen, dagligur leiðari á Skipafelag Føroya í Saltangará, sigur, at nú útlitini ikki rættiliga eru tey somu, sum tey vóru, umhugsar Skipafelagið møguliga at fremja byggingina í teimum ella trimum stigum.
- Men ætlanin er at fara í gongd rættiliga skjótt og helst ikki seinni enn fyrst í komandi ári. Óivað fer samlaða byggingin at fevna yvir longri tíðarskeið enn upprunaliga ætlað.
Umstøðurnar hjá Skipafelagnum í Saltangará eru ikki tær bestu, og í Runavíkar kommunu ynskja tey eisini, at havnaøkið verður meira uppbýtt, soleiðis at fiskur eru savnaður á einum staði og fraktin á einum øðrum.
- Sum nú er, liggur Skipafelagið millum Beta norðanfyri og Fiskavirking í Saltangará og onnur virki sunnanfyri.

Betraðar umstøður

Frederik sigur, at tað serliga er tann parturin, sum hevur við móttøku og avskiping av fiski, sum ikki er tíðarhóskandi.
- Tí er hugsandi, at vit í fyrsta byggistigi fara at leggja dent á hendan partin.
Hann sigur annars, at sjálvt pakkhúsið í nýggja bygninginum verður býtt upp í trý, har fiskurin er ein partur, turrgóðs ein og í triðja lagi goymsluhølini ein.
- Vit fara at gera nógv burtur úr fiskinum í nýggja bygninginum, har móttøka og avskiping fer fram um rampar. Í hølunum verða eisini kuldarúm, har fiskurin kann standa. Sum nú er, kemur fiskurin á plattum í bilum. Passar tað soleiðis við skipunum, fer vøran beinleiðis av bilinum og umborð. Í øðrum føri verður hon fyrst sett á bryggjuna. Tá ið nýggi bygningurin er komin, koma fiskavørurnar ongantíð at standa úti.

Kunnu goyma

Frederik sigur, at í nýggju hølunum verður eisini møguligt hjá
fyritøkum, sum innflyta vørur, at hava tær standandi eina tíð móti gjaldi. Í goymsluhølunum í pakkhúsinum verða eisini hillar, har smærri vørur kunnu standa.
- Skipafelag Føroya hevur eisini sáttmála við oljufeløg um goymslu av teirra amboðum, og hesum partinum verður eisini tikin hædd fyri í byggiætlanunum, sigur Frederik Hansen.