##med2##
Sum vit skrivaðu í morgun, er játtanin hjá sjúkrahúsverkinum til koronukanningar, við at vera uppi. Tað merkir, at tá ið hendan vikan er farin, er játtanin eisini uppi. Sjúkrahúsverkið segði, at skal núverandi játtan halda árið út, fáa tey ikki kanna meir enn 500 fólk um dagin. Hesa seinastu dagarnar hava tey kanna 2.100 fólk um dagin, so talan verður um eina stóra skerjing.
Les meiri her: Nú er eingin peningur eftir til koronu-kanningar
Samstundis hevur landslæknin staðfest, at nú er tann nýggi omikron-varianturin av korona eisini komin til Føroyar. Hann er ógvuliga stúrin um støðuna og hann sigur, at fara vit nú at avmarka talið á kanningum, kunnu vit akkurát tað sama kasta handklæðið í ringin.
Les meiri her: Nú er nýggi omikron-varianturin av koronu eisini staðfestur í Føroyum
Í tíðindasendingini á FM1 fingu tey orðið á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum. Og hann sigur, at talan verður ikki um at skerja talið á kanningum. Hinvegin hava tey gjørt eina nýggja leiðbeining til fólk, sum ætla at verða kannað fyri koronu og sambært henni skulu vit nógv meiri yvir til at brúka snarkanningar.
Les meiri um tað her: Her er nýggja leiðbeiningin um koronukanningar
Men Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at sum støðan er, verður ikki slakað í at gera koronukanningar. Hann er greiðir yvir, at játtanin er farin at ganga undan, men hann sær fyri sær, at hann fer at biðja um eina eykajáttan til koronukanningar.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu landsstýrismaðurin sær upp á støðuna beint nú