Bob og Steven Dengler eru feðgar úr Kanada, sum ætla sær at flúgva kring heimin í tyrlu.
Teir gera tað í samband við at Kanda fyllir 150 ár í ár, at Kanda fekk sjálvstýrið og loysti frá Stóra Bretlandi. Ætlanin er fyrst og fremst at vitja so stóran part av Kanda sum gjørligt, men teir vilja eisini gera ferðina longri við at flúgva kring knøttin.
Eftir ætlan skulu teir steðga á í 14 londum, millum annað í Føroyum. Teir byrjaðu í gjár í Ontario og flúgva síðani eystureftir, ígjøgnum Nýfoundland, Grønland, Ísland og síðani Føroyar. Teir halda síðani leiðina fram og flúgva í gjøgnum Evropa og norðureftir fyri síðan at koma aftur á vestursíðuni á Kanda og enda sama stað sum teir byrjaðu.
Teir hava ikki sett nakra dagfestin á nær teir vænta at verða á hvørjum stað, men fylgjast kann við ferð teirra her.