Ferðast ókeypis við Strandferðsluni

Andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja, at tað skal vera ókeypis hjá ferðafólki at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni.

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins sigur, at meðan samgongan ætlar at lækka um túratalið hjá Strandferðsluni, so heldur hann, at tað í 2014 skal vera ókeypis hjá ferðafólki at ferðast um firðir og sund.

– Tað er bæði skeivt og ódamligt at skerja tænastuna til Sandoy og Suðuroy, so sum samgongan ætlar. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi halda, at frameftir skal einans gjald takast fyri bilar og farm umborð á skipum hjá Strandferðsluni, meðan ferðafólkini ferðast ókeypis, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vísir á, at hetta er sama skipan, sum vit kenna frá undirsjóvartunlunum, har fólk í bilum og bussum einki rinda, meðan bert verður rindað fyri akfarið. Ólíka er við Stranferðsluni, har tú ikki einans rindar fyri bilin, men har ferðafólkini í bilinum eisini rinda ferðaseðil.

– Tað er ein sannroynd, at tað kann skjótt gerast kostnaðarmikið hjá einari familju við eitt nú tveimum hálvvaksnum børnum úr Suðuroy at fara ørindi norður um fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, umframt at førarin rindar fyri bilin. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil, sigur Aksel Johannesen.

Hann vísir eisini á, at ætlanin var løgd fram í sambandi við fíggjarlógina, tá Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæltu til at hækka játtanina til Strandferðsluna við fýra milliónum til endamálið, so ferðaseðlakostnaðurin fyri ferðafólk kundi minka við 40 prosentum beinanvegin.

– Henda tilgongd skuldi so halda fram komandi tvey árini, so tað í 2014 kundi verða ókeypis fyri ferðafólk at ferðast sjóvegis, sigur Aksel Johannesen, sum vísir á, at endamálið er at javnseta tey, ið ferðast gjøgnum undirsjóvartunlar og tey, ið ferðast við skipum hjá Strandferðsluni – til frama fyri útjaðaran og ferðavinnuna.