Jákup Danielsen
Skilagóða upplatingargávan um ókeypis koyring gjøgnum tunnlarnar báðar saman við at landsstýrið og løgtingið góvu øllum føroyingum møguleika at ferðast ókeypis við Strandferðsluni lat upp fyri einum nýggjum møguleika hjá føroyingum, ungum sum gomlum, at ferðast í egnum landi.
Ongantíð munnu føroyingar, bæði norðoyingar og suðuroyingar, hava ferðast so nógv sum hesa ókeypis flutningsvikuna. Fólk hava kunna ferðast úr Sumba og norður til Viðareiðis, vestur í Vágar og annars har sum náttúra, familja og kenningar, saman við lokkandi handilstilboðum, hava drigið tey til.
Hóast tað ikki skuldi verið neyðugt bert at ferðast í egnum landi hesa einu vikuna um árið, so haldi eg at øll tiltøkini og áhugin bæði norðanfjørðs og sunnanfjørðs fyri soleiðis at ferðast í egnum landi, eigur at gerast ein fastur táttur árliga.
Samstundis sum norðaru oyggjarnar hava fingið so gott vegasamband, síggi eg fyri mær stórar ferðavinnumøguleikar fyri tær oyggjarnar sum siglandi er til. Serstakliga hugsi um teir møguleikar sum Suðuroyggin hevur fyri at selja seg sum ferðavinnuoyggj, og har bestu møguleikar eru fyri at halda internatskeið av øllum hugsandi slag.
Um Suðuroyggin ikki hevur allar neyðugar umstøður til hetta í løtuni, so kann við einum miðvísum arbeiði gjøgnum kommunur, kunningarstovur og fólki annars skjótt setast í verk tiltøk fyri at bøta um hetta. Við einari oyggjasemju kann Suðuroyggin, við sínum frálíka sambandi til meginlandið, gera sær dælt av at verða oyggin, har ferðafólk ella skeiðluttakarar kunnu fáa bæði náttúruupplivingar og annars hava bestu umstøður til sítt virksemi.