Ferðaskrivstovur vilja hava fólk heim

- Flestu av gestum okkara eru upptiknir við at halda frí. Tey, sum stúra, eru tey, sum eru her heima og hyggja eftir tíðindastovum, sum bera tíðindi úr Kairo, sigur Apollo. - Ferðaskrivstovur í eitt nú Svøríki og Finlandi ráða nú fólki frá at fara til Egyptalands. Sjálvt um Noreg enn ikki hevur eina slíka áheitan, halda vit tað kortini vera rætt at taka tey ferðandi heim. Tey, sum skulu heim í næstu viku, fara heim sum ætlað. Onnur fáa nærri boð. Vit arbeiða nú við at seta eyka flogfør inn.

Tað sigur upplýsingarleiðarin hjá Star Tour, Elisabeth Larsen-Vonstett.

Ferðaløg hava eisini heitt á síni ferðandi um at halda seg inni á hoteløkjunum í Sharm-el-Sheikh og Hurghada.

- Vit mæla fólki til at halda seg á hoteløkjunum. Í flestu førum liggja hesi uttanfyri býirnar í økjum, sum eru trygg, sigur hon.

Umleið 700 norðmenn eru í Egyptalandi við ymiskum ferðaskrivstovum, umleið 450 í Hurghada og umleið 250 í Sharm-el-Sheikh.

Upplýsingarleiðarin hjá Apollo, Helen Begby, vil eisini hava teirra gestir heim og arbeiðir við at seta eyka flogfør at flyta fólk heim.

- Vit ætla okkum at fáa gestirnar heim í komandi viku, sigur hon.

Apollo hevur tilsamans 1100 gestir í Sharm-el-Sheihk og 200 í Hurghada.

- Flestu av okkara gestum eru upptiknir við at halda frí. Tey, sum stúra, eru tey, sum eru her heima og hyggja eftir tíðindastovum, sum bera tíðindi úr Kairo, sigur Helen Begby hjá Apollo.