Benadikt Joensen sigur við Kringvarpið, at útlátið av CO2 vaks við átta prosentum, meðan ferðamannaskipið, Ventura, lá við bryggju.
Í morgun kom stóra og ferðamannaskipið MV Ventura á Havnina, við fleiri enn 4.000 fólkum umborð. Skipið, sum varð bygt í 2008, er 291 metrar til longdar og telir 19 dekk - harav 14 eru roknað til 14 ferðafólk.
Lesið eisini: Risastórt ferðamannaskip er komið á Havnina í morgun
Slík ferðamannaskip dálka eisini sera illani, og bara meðan tað liggur stilt er tað skelkandi útlát.
- Eg fann á netinum fram til, at skipið dálkar 9,6 tons CO2 um tíman, meðan tað liggur stilt. Samanborið við alt Føroyar, so lata føroyingar um 119 tons av CO2 út um tíman, sigur Benadikt Joensen, námslektari í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum við Kringvarpið.
Við øðrum orðum økist samlaða útlátið í Føroyum um átta prosent um tíman, meðan skipið liggur her.
MV Ventura loysti frá landi aftur klokkan 17, og setti kósina móti Akureyri í Íslandi.