Prísurin fyri at nýta Vágatunnilin má broytast, kosta hvat tað kosta vil, tí verandi prísur fer at gera, at stóra íløgan í fasta sambandið um Vestmannasund als ikki kemur til sín rætt.
Hetta eru vágatingmenninir Marjus Dam úr Sambandsflokkinum og Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum á einum máli um. Sunnukvøldið var aftur fundur í Vágum millum kommunurnar, vinnuna og løgtingsumboðini í oynni, og har var full semja um, at prísurin er alt ov høgur. Marjus Dam fer so langt sum at siga, at høgi prísurin er at rokna sum ein »krígsavbjóðing« til vágafólk og Vágoynna.
- Politiski viljin má lurta eftir vágafólki, og eg haldi tað vera rímiligt, at tað almenna endurskoðar verkætlanina við tunnlinum, sigur Marjus Dam. Hann vísir á, at upprunaliga var ætlanin at bummgjaldið skuldi fíggja 80 milliónir krónur, men nu fáa vágafólk og onnur, ið nýta tunnilin, eina rokning uppá 20 milliónir um árið, komandi 15 árini.
Hóttir samgonguna
Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum, sum er partur av samgonguni, sigur at málið hevur so stóran týdning fyri oynna, at hann er til reiðar at arbeiða ímóti viljanum hjá samgonguni, verður prísurin ikki broyttur. Fólkaflokkurin hevur biðið um fund við leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin týsdagin fyri at umrøða, hvussu prísurin kann broytast. Jóanis metir, at tað átti at verið goldin fyri hvørt ferðafólkið sær, tvs. at øll í bilinum skuldu goldið, tí tað hevði økt munandi um inntøkumøguleikarnar hjá P/F Vágatunnlinum. Partafelagið hevur valt eina loysn, har bummstøðin er ómannað, og tí ber ikki til at krevja pengar fyri hvørt ferðafólkið, men Jóanis Nielsen heldur, at støðin t.d. kundi verið mannað um dagin og ómannað um náttina, tá lítil ferðsla er. Umframt hetta heldur Jóanis Nielsen, at tað eigur at verða hugt eftir, um raksturin, ella í hvussu so er partur av rakstrinum, kann flytast yvir í landskassan. Og fyri tað triðja mælir hann til, at afturgjaldstíðin verður longd úr 15 upp í 25 ár. Harumframt heldur hann, at metingin hjá P/F Vágatunnlinum yvir, hvussu nógvir bilar fara at nýta tunnilin, eigur at endurskoðast og setast hægri enn 350 bilar um samdøgrið.
- Her er alt talan um smáar broytingar, ið tilsamans kunnu ávirka prísin rættuliga nógv. Á fundinum vð P/F Vágatunnilin í morgin vænti eg at fáa eina ábending um, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Seinni í vikuni vænti eg mær so at síggja, hvørji útlit eru til, at man politiskt finnur eina skilagóða loysn. Men røkist einki fyri eini loysn, so fari eg, saman við Marjus Dam, at leggja uppskot fyri løgtingið um at flyta rakstrarútreiðslurnar hjá partafelagnum yvir í landskassan, sigur Jóanis Nielsen. Hann sigur seg ikki vera bangnan fyri at ganga ímóti viljanum hjá samgonguni í hesum máli.
Kemur uppskotið frá vágatingmonnunum í Løgtingið, so kann lættliga henda, at støðan gerst 16-16, tá atkvøðast skal um málið, tekur andstøðan undir við tí, meðan restin av samgonguni atkvøður ímóti. Jóanis Nielsen sigur, at uppskotið kemur, hóast hann ikki frammanundan hevur tryggjað sær meiriluta fyri tí.
- Finna vit ikki eina loysn, ið førir við sær, at prísurin lækkar munandi, so verður uppskotið lagt fyri tingið, sigur Jóanis Nielsen.
Vágatingmaðurin hjá Fólkaflokkinum metir málið hava so stóran týdning, at hann í síðsta enda er til reiðar at seta stuðul sín til samgonguna uppá spæl, fæst ikki frammanundan ein loysn á málinum, so prísurin fyri at koyra undir Vestmannasund lækkar munandi.