Ja, nú komu boðini. Prísurin at ferðast skal minst 20% upp. Og helt ein verri tænasta.
Eini boð, sum skaka okkum, sum búgva uttanfyri miðstaðarøkið. Ja, nú er miðstaðarøkið stórt. Eg taki Vágoy, Eysturoy og Streymoy sum miðstaðarøki.
Men hvat, kunnu vit liva við hesum? Vit minnast tá prísirnir vóru kunngjørdir fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin. Tá stóðu Føroyar næstan eftir einum enda. Men hvat, skuku vit bara góðtaka hesi ófrættaboðini nú?
Nei, her mugu vit, sum enn noyðast at brúka skipini standa saman ølsl ímóti øksl.
Eg má sjálvur staðfesta, at eg eri ein ársungi í landspolitikki. Men tó havi eg uppliva, at tað er ikki bara sum at siga tað, at hava eina meining sum fer tvørs av teimum fínu og mentaðu, so kann tú rokna við at verða forfylgdur.
? Nú er okkara ungu barnafamiljur og onnur vitnir til, at mjólkin hækkar munandi.
? Nú verða tey, sum skulu brúkta strandferðsluna, mest ung fólk sum flyta seg til arbeiðis, at prísirnir skulu hækka.
? Nú verða vit vitni til sum búgva í útjaðaranum, at flyta fisk, tá verða vit verri fyri enn tey sum búgva á meginøkinum.
Hvat er meiningin? Fyrst skal stuðulin til tey virkini sum liggja á útoyggjunum minkast, sum um hetta ikki var nógmikið, so skulu prísirnir hækkast við strandferðsluni.
Undirritaði legði merki til, at hesi punktir saman við nógvum øðrum vóru minkaði á fíggjarlógini fyri 2003.
Men her var ein játtan, sum hækkað var úr 2,8 mill. Og til 3,2 mill., og tað var til Leikpall Føroya.
Undirritaði var so frekur, (tí soleiðis skilti eg tað aftaná), at seta broytingaruppskot fram saman við tveimum fólkafloksmonnum og einum miðflokkamanni um, at Leikpallur Føroya skuldi fáa somu upphædd sum í 2002. Tað má eg so siga, at hetta hevur Gerhard hoyrt fyri síðan.
So eg vóni, at eg fari at hoyra líka nógv til hesi fínu á meginøkinum nú. Tað sær út sum, at útjaðarin skal avtoftast, spakuliga. Tað kundi hent seg, at onkur mentan var at finna úti á oyggjunum, sum kann síðustillast við mentanina hjá teimum fínu á meginøkinum.
Nú skal eg bara taka aftur íaftur, hvat er tað fyri tænastustøði, sum skal lækkast t.d. til Sandoy:
?Teistin" siglur síðsta túr av Gomlurætt kl. 19.15. Vit hava ongan livandi møguleika at gera nýtslu av nøkrum á meginøkinum ? vit eru totalt avskorðin.
Ella, er tað tann tænastan, har vit síggja skopuningar vassa ímillum bussar og annað til hús, tí at Bygdaleiðir ikki vilja koyra túrin ígjøgnum Skopunar bygd áðrenn farið verður heimeftir. Ongin tænasta, slettis ongin.
So tænastan kann vara fara ein veg, og tað er at betrast. Síðsti túrur av Gomlurætt skuldi verið kl. 22.30.
Tað havi eg havt frammi í tinginum, og vóni eg, at tað gerst veruleiki.
Men til síðst vil eg so innarliga heita á Bjarna Djurholm, landsstýrismann, um at gera okkurt sum forðar hesum ófrættatíðindum at gerast veruleiki. Og ikki minst landsstýrismanninum í útoyggjamálum, Eyðun Eltør. Vælsignaður, rópa neyðarróð saman við okkum, ella eru hetta avleiðingar av blokkinum?
Men til allarsíðst, eg havi álit á Bjarna Djurholm at hetta ikki hendir.