Ferðasambandið til Suðuroyar skerjast

Í kreppupakkanum hjá samgonguni er lagt upp til, at siglingin hjá Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina, skal skerjast

Næsta ár skulu suðuroyingar hava verri ferðasamband enn teir hava í ár.

Tað er ein møguleiki, sum er nevndur í ætlaða kreppupakkanum hjá samgonguni fyri at spara pengar.

Bæði Jóannes Eidesgaard, landsstyrismaður í fíggjarmálum, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hava áður boðað frá, at øll fíggjarlógin sum hon er, skal gjøgnumgangast fyri at finna sparingar.

Og keldur hjá Sosialinum, sum hava verið á fundi í fíggjarmálaráðnum og fingið frágreiðing um kreppupakkan, fortelja, at samgongan hevur enntá sett kikaran á ferðaætlanina hjá Strandferðsluni fyri at vit um tað ikki ber til at finna sparingar har eisini.


Missa ein túr

Og í hesum sambandi er eitt uppskot hjá samgonguni at strika ein túr hjá Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina mikudag, fyri at finna sparingar.

Smyril hevur í nógv ár siglt tveir túrar um dagin ímillum Suðuroy og Havnina, men nakað síðani játtaði Løgtingið Strandferðsluni eyka pengar, so at Smyril kundi sigla tríggjar túrar afturat um vikuna.

Sostatt varð ferðaætlanin víðkað, so at Smyril nú í eina tíð hevur siglt tríggjar ferðir ímillum mánadag og mikudag og so er ein eyka túrur um vikuskiftið.

Men nú sær altso út til, at Smyril missur eykatúrin mikudag.

Strandferðslan upplýsir, at skuldi tað hent, at ein túrur hjá Smyrli verður strikaður, fer tað at føra til eina sparing upp á onkustaðni ímillum 1,7 og 2 milliónir.

Tað allarmesta av hesum er olja, tí Strandferðslan ivast í um tað ber til at spara nakað í manningarútreiðslum, hóast ein túrur verður tikin burtur úr ferðaætlanini

Uttan at hava kannað tað út í æsir, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, at skal ein túrur hjá Smyrli strikast, kann tað tykjast sum um at mikudagur er frægasti dagur at gera tað í, tí tá siglur hann tríggjar ferðir.

Smyril siglur eisini tríggjar ferðir mánadag, men tá er heilt nógvur flutningur, serliga av farmi, sum kemur uttanlands um vikuskiftið.

Annars heldur stjórin, at verður játtanin til Strandferðsluna skerd, so at ein túrur skal strikast, má tað umhugsast gjølliga hvør túrurin skal vera og tað má gerast í samráð við skiparan og má byggjast á hagtøl fyri ferðafólk og farm, sum eru við teir ymsu túrarnar.


Ógvuliga óheppið

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, heldur, at tað er stak óheppið at samgongan fer at nápa burtur av túratalinum hjá Smyrli.

- Túrarnir mitt á degi mánadag og mikudag hava verið ómetaliga hentir, serliga hjá suðuroyingum, ið fara stutt ørindi til Havnar og hjá fólki norðaneftir, sum hava ørindi í Suðuroy.

Hann sigur tískil, at tað verður ikki uttan mótstøðu, at samgongan sleppur at skerja túratalið hjá Smyrli og at hann nú fer at taka stig til at kalla borgarstjórarnar í oynni á fund at viðgera málið.