Ferðasambandið fyritreytin fyri trivnaði í Føroyum

Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, segði á móttøkuni í hangarinum fríggjadagin, nú Atlantsflog hevur 20 ár á baki, at ferðasambandið og førleikin at ferðast er fyritreytin fyri trivnaði í framkomnu Føroyum

Móttøka

 

- Eg minnist, sum tað var í gjár, tá eg fyrstu ferð trein inn um gáttina í hesum bygningi fyri skjótt 13 árum síðan. Eg gjørdist ovfarin av hesi vælskipaðu, dynamisku fyritøku, ið eg annars bert kendi sum ferðamaður. Ein stálsettur og kolosalur vilji merkti fyritøkuna tá – og ger tað enn í dag.

Á samkomuni fríggjadagin ásannaði Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, at tað er hesin sami vilji og áræði til at taka upp nýggjar avbjóðingar og flyta mørk, sum hevur flutt felagið fram á leið.

- Atlantsflog er í dag eitt felag, sum ræður yvir sjey flogførum, trimum tyrlum og 280 starvsfólkum við virksemi í fleiri londum.

 

Merkisdagar

Stjórin nevndi nakrar dagar í søgu felagsins, sum hann heldur hava verið meira merkisverdir enn aðrir.

- Týdningarmiklasta markið í mínari tíð varð sett, tá roknskapurin fyri 1995 fyri fyrstu ferð vísti eitt avlop – og prógvaði, at eksperimentið bar til.

Síðan hevur avlop verið á roknskapinum øll árini.

- Vit eru errin um tey mál, vit hava rokkið higartil, 1) Ferðasamband til grannalond, 2) Títtari fráferðir, 3) Høgt reglusemi eftir umstøðunum og 4) Ment bygdaflúgving, leiting og bjarging.

 

Stjórin takkaði

Magni Arge segði, at ferðasambandið og førleikin at ferðast er fyritreytin fyri trivnaði í framkomnu Føroyum.

- Vit vita, at tað eisini er neyðugt at skapa alternativar vinnumøguleikar í Føroyum við áhugaverdum og avbjóðandi størvum til tess at gera tað áhugavert at búgva her.

Stjórin nýtti eisini høvi at takka øllum sínum starvsfólkum hjartaliga fyri ágrýtni og dugnasemi.

Á móttøkuni segði eisini nevndarformaðurin í Atlantsflogi, Christian Andreassen, nøkur orð, og sama gjørdi Finnbogi Niclasen, flogvallaovasti, sum handaði Atlantsflogi ein málning í sambandi við dagin.

Í sambandi við heiðurin sum Ársins Lærupláss 2007, segði eisini William Smith, teknikani, nøkur orð, og tað gjørdi danin, sum handaði felagnum heiðursgávuna, eisini.

 

Ársins lærupláss

Millum 30 onnur lærupláss innan flogídnaðin í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi var Atlantsflog herfyri kosið ársins lærupláss 2007.

Tað er TEC (Teknisk Erhvervs Center) í Danmark, sum stendur fyri kjósingini, og í hangarinum fríggjadagin varð heiðursgávan handað Atlantsflogi.

Heiðurin er latin Atlantsflogi, tí sigur lærlingarnir: 1) trívast sosialt og hava góð arbeiðsviðurskifti, 2) verða virdir fyri sítt arbeiði og sum menniskju og 3) fáa avbjóðandi arbeiðsuppgávur og uppliva at læruplássið ger nakað serligt fyri lærlingin.