Ferðasambandið darvaði fyrireikingunum

Føroyska U-15 landsliðið í fótbólti kom mánadagin aftur av ferð í Skotlandi, har liðið luttók í eini altjóða kapping. Striltið gekst við at koma fram vegna vánaligt ferðasamband, og hetta setti sín dám á fyrstu dystirnar

Fótbóltssamband Føroya hevur í nógv ár sent U-15 landslið okkara til Skotlands at luttaka í Aberdeen International Football Festival. Aftur í ár fór tað yngsta av landsliðunum avstað. Úrtøkan hesuferð var nakað misjøvn.

Sluppu ikki fram
Ætlanin var at flúgva mánadagin 14. juli klokkan 17.30, men vegna mjørka í Vágunum sluppu dreingirnir ikki avstað fyrr enn klokkan hálvgum fýra um náttina, og tá gekk leiðin til London.
Síðani bíðaði ferðalagið í enska høvuðsstaðnum í tríggjar tímar, áðrenn tað slapp til Aberdeen.
Leikararnir komu ikki uppá pláss á hotellinum fyrr enn út ímóti middegi týsdagin, og tá høvdu leikararnir ikki sovið í meira enn eitt samdøgur. Tað vildi so illa til, at liðið skuldi spæla tveir dystir júst hendan seinnapartin, og úrslitini vóru eisini hareftir.

Avsmurningur
Fyrri dysturin varð spældur klokkan fýra ímóti besta liðnum hjá Hibernians, og skotska liðið vann 4-0. Hetta liðið spældi seg heilt fram til finaluna í hesi kappingini.
Lítla løtu seinni skuldu føroysku leikararnir aftur í eldin, og hesuferð gekk tað av skriðuni. Mótstøðuliðið var ungdómsliðið hjá Aberdeen, og endaliga úrslitið var 10-1 til heimaliðið.
Einasta føroyska málið skoraði Ari Samson úr KÍ, tá hann skallaði eitt fríspark í netið.
Eli Hentze var við á ferðini sum hjálparvenjari hjá høvuðssvenjaranum Mathias Davidsen, og hann greiðir frá, at leikararnir heilt einfalt vóru útlúgvaðir eftir ta longu ferðina, og hetta var orsøkin til stórtapini hendan dagin. Mathias Davidsen og Eli Hentze hava havt hetta liðið í tvey ár.
Eingin ivi var tó um, at hesi bæði liðini vóru væl sterkari enn føroyska liðið, men tapini høvdu neyvan verið so stór, um føroysku leikararnir høvdu verið úthvíldir til dystin.

Vend kom í
Dagin eftir spældi landsliðið ímóti einum lokalum liði úr Aberdeen. Føroyska liðið tapti aftur, men bert 1-0 hesuferð.
Eli Hentze sigur, at føroyska liðið hevði munin í hesum dystinum, tá talan er um málmøguleikar, men vantandi neyvleiki hevði við sær, at einki mál kom burturúr. Ístaðin var tað skotska liðið, sum kallaðist Dyce, ið vann dystin 1-0 við einum sera vøkrum frísparki.
Fjórði og seinasti dysturin í bólkaspælinum endaði við 1-1 javnleiki ímóti Colony Park. Málið hjá føroyska liðnum skoraði Jóhan Ellingsgaard úr HB.
Síðani spældi føroyska liðið ímóti Gomel úr Hvítarusslandi um sjeynda plássið. Endiliga bragdaði hjá føroysku dreingjunum, sum vunnu 1-0. Hesuferð var tað Erling Jacobsen úr GÍ, sum skallaði føroyska málið eftir hornaspark.
Eli Hentze sigur, at tað var eitt sindur óheppið, at venjararnir ikki frammanundan høvdu fingið at vita, at øll liðini fingu loyvi at taka fýra leikarar, sum vóru eldri enn aldursmarkið. Nøkur av liðunum høvdu nýtt hendan møguleikan og høvdu tí munandi sterkari lið enn annars.

Góð byrjan
Eli Hentze heldur, at hendan kappingin er ivaleysa sterk til føroyska landsliðið, og hon er ein góð byrjan uppá landsliðsarbeiði hjá so ungum leikarum, sum veruliga fáa roynt seg ímóti nógv sterkari mótstøðu enn í heimligu kappingini.
Eitt, sum eyðkendi nógv av hinum liðunum, var, at teir flestu leikararnir vóru munandi størri á vøkstri enn teir føroysku, og tí vórðu okkara dreingir mangan rendir um koll av teimum stóru og sterku skotunum.
Eisini var leikferðin so høg, at tað mangan var trupult hjá føroysku leikarunum at fylgja við.