FERÐARADIO: Samrøða við leiðaran hjá RFF (2 av 7)

(FM1) Lovisa Petersen Glerfoss, leiðari fyri Ráðnum Fyri Ferðslutrygd minti á hvussu týdningarmikil frástøðan er í ferðing millum bygdir og býir

##med2##

Millum klokkan 10 og 15 í dag skipaði Petur Zachariassen fyri sendingini "Ferðaradio" á FM1.

Annar gesturin, ið kom á gátt í Rásarúminum hjá FM1 í Krosslíð í vesturbýnum í Havn var leiðarin fyri Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, Lovisa Petersen Glerfoss.

Lovisa Petersen Glerfoss legði stóran dent á nú nógv ferðing er millum bygdir og býir um summarið, at allir bilførarar minnast til at halda frástøðuna millum bilarnar. Hetta er nakað sum føroyingar duga alt ov illa. 

Samrøðan við Lovisu Petersen Glerfoss kann hoyrast á ljóðfíluni omanfyri. 

 

(Samrøða: Lovisa Peterssen Glerfoss, RFF)