Ferðamiðstøð í Vestmanna

Partafelagið Vestmanna Tourist Centre og Vestmanna Timburhandil hava undirskrivað sáttmála um bygging av ferðavinnumiðstøð á Havnalagnum Inni á Fjørð í Vestmanna.

Ferðamiðstøð

Bygningurin verður liðugur 1.apríl 2005 og letur upp alment 1.mei 2005.
Louis Kristensen, stjóri, sigur, at hann er sera spentur uppá, hvørja móttøku bygningurin fær, tí onki líknandi er í Føroyum frammanundan.
- Samstundis sum vit hava matstovu, kunningarstovu og sølubúð á 1.hædd, so er eitt stórt høli í erva, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál, til dømis smáar ráðstevnur, framsýningar ella tiltøk fyri børnum, sigur hann.
Louis Kristensen leggur afturat, at stramma tíðarætlanin ger, at 2.hædd neyvan verður liðug til næsta summar.
Óli Hansen, stjóri í Vestmanna Timburhandli sigur, at hóast tíðarætlanin er knøpp, so fer hon at halda.
- Vit smíða element til bygningin inni í høllini hjá Timburhandlinum samstundis sum betongarbeiðið verður gjørt uti, sigur hann.
Bygningurin verður við bátahylin Inni á Fjørð, eitt hanagleiv frá har sum bátarnir fara undir Vestmannabjørgini.

-------

Fakta
Vestmanna Tourist Centre í tølum

Samlað vídd230 fermetrar
Matstova70 fermetrar
Sitipláss70 fólk
Kunningarstova/Sølubúð50 fermetrar
2. hædd120 fermetrar
Starvsfólk4-5 (í háárstíð)
Søkt er um skeinkiloyvi