Tveir ferðamenn, sum komu til Íslands við Norrønu í gjár, hava søkt um friðskjól í Íslandi Teir báðir menninir, ein palestini og ein sýrialendingur, høvdu einki samleikaprógv, tá teir komu í land av Norrønu á Seydisfirði í gjár, og tá teir fingu at vita, at teir skuldu vísast av landinum, valdu teir at biðja um friðskjól í Íslandi, skrivar Morgunblaðið.
Útlendingastovnurin í Reykjavík hevur nú málið, og hann skal gera av, um menninir verða vístir úr Íslandi, ella um teir fáa friðskjól.
Teir báðir menninir eru í tríatiárunum.