Ferðamannaskip sleit og rak á annað skip

DFDS-skipið ?Queen of Scandinavia? sleit og rak á eitt skip hjá norska herflotanum í havnini í Bergen DFDS-skipið ?Queen of Scandinavia?, sum siglir millum Bergen og Newcastle, sleit í nátt endarnar har frammi og rak á eitt skip hjá norska herflotanum, sum lá við bryggju í Bergen.

Bergens Tidende skrivar, at skipið hjá herflotanum fekk nakað av skaða. Millum annað brotnaðu fleiri rútar á brúnni, og yvirbygningurin fekk eisini nakrar buglur.

Bara manningin var umborð á ?Queen of Scandinavia?, og tey flestu lógu í koyggjuni, tá óhappið hendi. Skipið fekk ongan skaða og kundi fara aftur í sigling fyrrapartin.