Eitt ferðamannaskip er komið á Havnina í morgun. Hetta skipið er ikki ókent í Føroyum og hevur eftir hondini verið her fleiri ferðir.
Talan er um gamla skipið, Marco Polo, sum varð bygt í Týsklandi í 1965. Tað sigldi tá undir navninum Aleksandr Pushkin, inntil tað varð umdoypt til Marco Polo í 1991.
Ferðamannaskipið er 176 metrar langt og 24 metrar breitt. Tað tekur 820 ferðafólk og manningin telur 356 fólk.
Marco Polo legði at klokkan 09:00 og loysir aftur klokkan 15:00 í dag.