Tað er eitt sindur av einari gátu, hvussu tað kundi bera til, at bretska ferðamannaskipið "Marco Polo" bar við botn, tá tað var á veg suður ígjøgnum Sortlandssundið í Vesturnoregi í gjárkvøldið við meiri enn 1.100 ferðafólkum umborð.
-Eftir kortunum er eingin grynna har, sigur havnarmeistarin í Sortland, Hugo Næss, við norska kringvarpið.
Kavarar vórðu sendir niður at kanna skipið, og tað vísti seg, at ein 40 centimetrar lonmg riva var komin í ein av barlasttangunum. Skaðin er umvældur, og "Marco Polo" fór úr Sortland í kvøld við kós ímóti Bergen, haðani tað skal til Bretlands.
Hetta er aðru ferð ta seinastu vikuna, at eitt ferðamannaskip ber við botn í Vesterålen. Tað fyrra var strandfaraskipið Kong Harald, sum bar við botn í Trollfjørðinum mánadagin.